Í hesum døgum er stórur jazzfestivalur í Havn. Byrjunarskotið varð latið av mánakvøldið, tá Spælimenninir spældu niðri í Vertshúsinum, men sigast kann, at skjøtil varð rættiliga settur á festivalin týskvøldið, tá stór konsert var í Norðurlandahúsinum.
Ikki færri enn fimm nøvn vóru á skránni til konsertina. Enekk, Spælimenninir, Kannaste-Ojajarvi Quartet, Eivør Pálsdóttir og New Jungle Orchestra.
Erligu Enekk
Enekk settu hol á konsertina, og fingu teir enn einaferð prógvað, at teir eru ein fantastiskur bólkur. Ikki minst til live-framførslur.
Teir borðreiddu við einum cocktail av føroyskum fólkajazzi og etniskum rútmum serverað við hugleiðandi filosofiskum yrkingum.
Teirra erliga spæl og hugtakandi og erligu tekstir sláa ikki feil. Kári Sverrisson megnar at vera frontmaður í bólkinum, uttan veruliga at vera tað. Hann kann tykjast smæðin, men samstundis heldur hann seg ikki aftur. Tá hann er komin á pallin er hann til staðar við lív og sál, eins og hinir limirnir í bólkinum.
Konsertin varð soleiðis skipað, at skift varð ímillum Klingruna og konsertsalin. Soleiðis slapst undan tí stóru bíðitíðini hjá áhoyrarunum, sum millum hølisskiftini fingu samstundis fingu strekt sær beinini.
Leikandi lætt
Spælimenninir, sum bólkurin kallar seg, eru mannað við fólki úr Føroyum, Danmark og Svøríki. Við Kristiani Blak á odda undirhildu tey við spælimannaløgum og traditionellum løgum.
Tað skerst ikki burtur, at tey við sínum lætta tónleiki bæði nýttu at spæla. Samstundis fingu áhoyrarnir ein smakk av veruligum spælimannatónleiki kryddaðum við løttum violin- og floytuspæli, meðan fingrarnir hjá Kristiani Blak dansaðu so leikandi lætt yvir klaverið.
Annað av útlendsku nøvnunum týskvøldið vóru finsku Kannaste-Ojajarvi Quartet.
Tvær saxofonir, ein kontrabass og trummur. Teir spældu tungan, myrkan jazz.
Einastandi Eivør
Í Klingruni setti Eivør sín serstaka dám á konsertina. Týskvøldið fingu áhoyrarnir ein blanding av svenskum, føroyskum, enskum og íslendskum tónleiki. Meginpartin hevði hon skrivað sjálv, men eisini var okkurt lag, ið hevði annan uppruna.
Berføtt megnaði gøtukvinnan enn sum einaferð at bergtaka áhoyrararnar. Røddin fylti skjótt Klingruna og við gittarspæli og einum stórum smíli hevði hon skjótt publikum í hond síni.
New Jungle Orchestra úr Danmark settu punktum fyri konsertini týskvøldið. Talan er um ein jazzbólk, ið er mannaður við heili 10 persónum.
Fyri óvanda jazzoyrað var nógv at halda skil á. Blásiljóðføri, klaver, gittar, trummur og percussion sendu út eina suppu av tónum, ið til tíðir var bæði undirhaldandi og álvarsamt.
Rái pallurin, ið var karmur um konsertsalin, var brúktur allur sum hann var, og eisini áhoyraranir sluppu at uppliva tónleikararnar heilt tætt uppá, tá teir í finaluni fóru spákandi ein túr millum lurtararnar við teimum ljóðførunum, ið berast kundu.
Jazzfestivalurin setti við konsertini týskvøldið kósina. Nú er full ferð framá í eini viku fullari av tónleiki. Nevnast kann at enda, at í kvøld, hóskvøldið verður millum annað ein konsert í Sjónleikarahúsinum við RUN, Hanus G. Johansen og Nicholas Hill and The Universals. Síðstnevnda orkestur spældi annars á gongugøtuni seinnapartin týsdagin.