Full høll í Vestmanna

Fríggjakvøldið skipaði Vestmanna Skúli fyri enn einum tiltakið til frama fyri Krabbameinsfelagnum 10. flokkur í Vestmanna er farin undir eina verkætlan, har næmingarnir skulu læra hvussu tað er, at savna pening inn til eitt hvørt endamál.

Næmingarnir hava í nakrar vikur skipað fyri ymsum tiltøkum, har peningurin óskerdur fer til Føroya Felag ímóti Krabbamein, og fríggjakvøldið var tónleikur á skránni.

Jens Marni Hansen, Eyðun Nolsøe, Ragnar í Vík vóru ímillum tónleikararnir, ið stuðlaðu verkætlanin hjá 10. flokki fríggjakvøldið, og allarhelst var góði tónleikurin orsøkin til, at høllin í Vestmanna var stúgvandi full.

Børn sum vaksin høvdu leitað sær í høllina hetta kvøldið, og meðan tey klappaðu og sungu við, savnaðu næmingarnir túsundtals krónur inn til Krabbameinsfelagið.

- Tað hevur gingið ótrúliga væl, nógv betri enn vit væntaðu, sigur ein av næmingunum í verkætlanini.

- Tað er trupult at skipa fyri slíkum tiltøkum, serstakliga tá vit eru so fáir næmingar í flokkinum, sigur hann.

Meira verður at frætta frá tiltakinum í Sosialinum í morgin, har myndir frá tiltakinum eisini verða at síggja.