Tá Norrøna 14. mars fer úr Hirtshals á Solar Eclipse Cruise til Føroya, verður tað við fullsettum skipi. 730 útlendingar hava keypt sær ferðaseðil til túrin. Sostatt eru allar kahúttir útseldar.
Solar Eclipse Cruise er marknaðarførd og seld runt alt Evropa. Størsti parturin av ferðafólkunum er úr Týsklandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Hollandi, men fleiri eru eisini úr Kekkia, USA, Bretlandi og Fraklandi, umframt nøkur einstøk úr øðrum londum.
Fyrireikingarnar hava verið drúgvar fyri at tryggja, at alt var klárt til túrin. Ferðafólkið býr 8 dagar umborð, og nógv er gjørt burturúr, bæði av undirhaldi umborð og útferðum kring Føroyar.
Fleiri fyrilestrar verða. Eitt nú fer Hanus Kjølbro at hava fyrilestur um sólarmyrkingina í 1954 og ymiskar hendingar tá. Eisini fer týskarin, Stefan Sleip, ið er lívfrøðingur og fotografur, at hava fyrilestur um sólarmyrkingar.
Føroyskur tónleikur, føroyskur dansur og føroyskur matur verða eisini at uppliva umborð hesar dagar.
Ímeðan Norrøna liggur við bryggju í Havn, verður skipað fyri útferðum í samstarvi við HK-bussar. Farið verður til Kirkjubøar, Velbastaðar, Saksunar, Klaksvíkar og Vestmannar, umframt at túrar verða gjørdir ymsastaðni í Havn. Talan er um útferðir, har ferðafólkið veruliga fær ein smakk av Føroyum og tí, ið vit hava at bjóða sum ferðavinnuland. Sostatt verður ferðafólkið eina veruliga uppliving ríkari, tá ið Norrøna aftur leggur at bryggju í Hirtshals tann 22. mars.
Sólarmyrkingin er eitt sera gott høvi hjá Smyril Line at seta fokus á vikuliga túrin í Norðuratlantshavi, og hon er sjálvandi eisini ein gyltur møguleiki at seta sjóneykuna á Føroyar sum ferðavinnuland.