Træsmiðjan og Bygningssnikkaravirkið (BSV) hava lagt saman, og samanlagda fyritøkan hevur eisini fingið nýtt navn. Nýggja og vakra navnið er Børkin, sum ímyndar tað, ið heldur saman um og verjir træið.
- Við samanleggingini kann Børkin veita eina enn betri og fjølbroyttari tænastu, enn partarnir hvør sær kundu veita. Nú kunnu viðskiftafólk - antin tað eru einstaklingar, virkir ella stovnar - fáa eina rættiliga heildarloysn, tí Børkin hevur allar tænastur innan snikkara-og timburarbeiði úr bestu góðsku.
Tað sigur Eyðstein Jacobsen, sum saman við Lars Müller og Helga Johannesen eigur Børkina.
- Nú hava vit eitt nýtt virki, eitt nýtt navn og eina enn betri tænastu, leggur hann aftrat.
Børkin er eftir føroyskum mátistokki ein stór fyritøka við 34 fólkum, harav talan eisini eru um serkøn fólk - hvør á sínum øki.
- Vit hava byggifrøðingar, vit hava mann, sum er meistari í at byggja trappur, og vit hava ein mann, sum er royndur í leikum at sproyta bilar, men sum nú sproytar møblar og annað í sproytukabinu. Haraftrat hava vit nógv góð og dugnalig fólk um alla fyritøkuna.
Eyðstein Jacobsen sigur seg onga løtu ivast í, at tað er skilið sum hevur sigrað, nú samanleggingin er ein veruleiki.
- Førleikarnir hjá Børkini eru eyðsýndir, og vit kunnu fremja allar heildarloysnir - heilt frá vanligari sethúsabygging til framleiðslu av trappum, hurðum, vindeygum, møblum, køkum, vindeygum og hurðum.
- Vit kunnu soleiðis fremja flest allar loysnir, sum viðskiftafólk ynskja, leggur hann aftrat.
Børkin hevur høvuðssæti á Smyrilsvegi 4, har Bygningssnikkaravirkið hevur húsast í fleiri ár. Her vera í løtuni stórar umbyggingar gjørdar. Dentur verður lagdur á framsýningarhøli og skrivstovuviðurskifti, og annars verður alt shinað upp og sett í nútímans stand.
- Alt, sum verður í dagførdu hølunum, verður gjørt av Børkini. Tá vit bjóða okkum fram at framleiða og selja bæði skrivstovumøblar, glaspartíir, vindeygu, hurðar og annað, er tað ikki meiri enn rímiligt, at vit eisini framleiða hesi tingini til okkara egna brúk. Ja, sjálvt fundarborð í ymiskum sniðum og slag og loft verða framleidd av Børkini, sigur hann.
Eyðstein Jacobsen veit at siga, at bæði Bygningssnikkaravirkið og Træsmiðjan eru sprottin úr gamla Snikkaravirkinum í Grønlandi í Havn.
- Tí kunnu vit siga, at hetta er nýggja ættarliðið, sum nú hevur funnið saman aftur á professionellum grundarlag, har vit kunnu veita heildarloysnir.
Millum arbeiðini, sum Børkin í løtuni er í holt við, eru dagføringar úti í Tinganesi, sum myndin vísir.