Fýra dagar í Føroyum

Joel Rookwood hevur júst verið í Føroyum, og hevur gjørt ein stuttan film um vitjan sína. Sí filmin her.

Fýra dagar í Føroyum er heiti á einum stuttum filmi, ið onglendingurin Joel Rookwood hevur gjørt, um sína vitjan í Føroyum herfyri.

 

Joel Rookwood og konan hava ferðast víða um á ferð teirra í Føroyum, og sigast má, at hann hevur megnað at fanga ómetaliga nógv av sjarmuni av Føroyum í hesum stutta filmi.

 

Joel Rookwood undirvísir í løtuni á Liverpool Hope University í Liverpool, Onglandi, men nýtir frítíð sína til at ferðast um í heiminum. Úrslitið av vitjanini í Føroyum var so hesin stutti filmur.