Ett russiskt dronuálop á Ukraina í dag hevur kostað fýra fólkum lívið.
Tað sigur guvernørurin í ukrainsku Tsjerkasy-regiónini, Ihor Taburets.
- Russisku álopini halda fram, leggur hann aftrat.
Ihor Taburets heitir á sínar borgarar um at søkja sær skjól undan russisku álopunum.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.










