Í samrøðu við Daily Telegraph sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann umhugsar at taka USA úr Nato.
Reuters endurgevur eisini forsetan fyri hesar útsagnir.
Forsetin vísir á, at verjusamgongan Nato sær sterk út á pappírinum, men í praksis hevur samgongan lítla slagkraft, sum hann tekur til.
Í nátt segði eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at USA eigur at eftirmeta síni viðurskifti til Nato, tá kríggið móti Iran er av.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Donald Trump sigur, at hann vil taka USA úr Nato.
Í november í fjør segði forsetin við NBC, at hann vil ikki binda USA til at halda fram í verjusamgonguni.
Tá hann var forseti í sínum fyrra forsetaskeiði, hótti hann eisini við at taka USA úr Nato, um Nato-lond ikki vildu brúka meira pengar til verju.
- Skal USA taka seg úr Nato, er neyðugt, at tveir tiðingar av limunum í amerikansku kongressini taka undir við hesum, vita útlendskir miðlar at siga.










