Listasavnið skrivar, at barnafamiljur eru vælkomnar til eina hugnaliga og kreativa løtu á savninum.
- Vit klippa og tekna páskaprýði í vøkrum litum og skapum. Við borðini í forhøllini eru myndaformar, pappír, saksar, tussjir, fjaðrar og annað spennandi tilfar og uppgávur, skrivar Listasavnið.
Savnið hevur havt opið hvønn dag frá 26. mars til og við 6. apríl millum kl. 11 – 16 - eisini páskadagarnar.
Tiltakið er ókeypis.










