Fyrimyndarligt samstarv við oljufeløgini

-Vit hava havt eitt sera gott og positivt samstarv við stóru oljufeløgini í hesum fyrsta leitiskeiðnum á føroyskum øki. Tey hava verið ómetaliga hjálpsom og hava víst vilja til at hjálpa í allar hugsandi mátar. Thor hevur fingið nógv burtur úr hesum samstarvi segði Sue Philbrow, frá frálandareiðaríinum Thor í Hósvík á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.

 

Oljuleiting og virksemi



Tað vóru ikki bara ónøgdar føroyskar fyritøkur umboðaðar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í vikuni. Ein av fyritøkunum, Thor Offshore Services í Hósvík hevði mótvegis PAM Offshore Services, bara gott at bera oljufeløgunum. Sue Philbrow, skrivstovustjóri hjá felagnum, hevði eina sera áhugaverda framløgu, har greitt varð frá felagnum Thor, sum frá at vera ein fiskivinnufyritøka meira og meira er vorðin ein frálandafyritøka. Felagið varð stovnað í ringu tíðunum í 1994 og varð fyrsta skipið fiskibáturin Thor. Sama skip var eisini tað fyrsta hjá felagnum at útinna frálandauppgávur í føroyskum sjógvi fyri seismikkfelagið Fugro Geoteam. Í 1997 varð avgjørt at keypa Tórsvík fyri at gerast minni bundin av fiskivinnuni. Síðani gekk slag í slag, og felagið fekk eisini øll tey neyðugu sertifikatini og loyvini til at kunna arbeiða í frálandavinnuni, bæði her heima og úti á heimsins høvum.


-Hetta var ein dýr gongd, men vit halda, at hon var røtt segði Sue Philbrow. Í juli í ár varð so enn eitt avgerandi stig tikið, tá samvinna varð tikin upp við kenda og roynda Esvagt í Esbjerg við støði í tí sera vælútgjørda og nútímans frálandaskipinum Faroe Connector. Hetta var so ein nýggj roynd hjá felagnum at koma longur enn bara at hava vaktar- og hjálparskip. Seinasta íløgan hjá felagnum er Thor Supporter, eitt útgerðarskip, sum í eisini skal arbeiða burturav í frálandavinnuni. Skipið verður nú gjørt út í Singapore og skal virka í Indiska havinum. Skipini hjá Thor arbeiða nógva staðni, eitt nú vestan fyri Hetland, í Norðsjónum og í Afrika.


Felagið, sum byrjaði sum reiðarí fyri fiskiskip, er nú meira reiðarí fyri skip í oljuvinnuni. Sue Philbrow vísti á, at meðan fyritøkan í 1994 arbeiddi burturav í fiskivinnuni stava 65,5% av virkseminum í ár frá frálandavinnuni. Fyritøkan er eisini nógv vaksin hesi árini. Í 1994 hevði fyritøkan 17 fólk í arbeiði. Í dag er talið 87. Men tað hava eisini verið nógvir trupulleikar á leiðini segði Thor-stjórin í síni framløgu. Tað hevur m.a. verið torført at áseta lønirnar við løntakarafeløgini og helt hon tað vera mangul uppá forstáilsi frá løntakarafeløgunum at luttaka í menningini av eini føroyskari fdrálandavinnu.


Hon vísti eisini á ein annan trupulleika. Nevniliga tann, at føroysk sjófólk høvdu verið noydd til at taka trygdarsekið í útlandinum, sum gjørdi tað nógv dýrari. Eisini helt hon, at skattingin hevur verið trupul, ógreið og ikki kappingarfør.


Positivt

Men síggja vit burtur frá trupulleikunum, so hevur alt samstarv við stóru oljufeløgini verið positivt. ?Tey hava verið ómetaliga hjálpsom og hava bara víst vilja til at hjálpa í allar hugsandi mátar, og eg haldi, at vit hava fingið nógv burtur úr hesum samstarvi.


Hon vísti at enda á, hvat Thor Offshore Services hevur fingið burtur úr í hesum fyrsta leititskeiðinum. Frálandaskipini hjá felagnum hava havt úr at gera, og nú boringarnar eru lidnar á landgrunninum er flaggskipið í Thor-flotanum, Faroe Connector leigað til BP at arbeiða vestan fyri Hetland.