Fyrireika eina herferð ímóti rottuni í Føroyum

- Fyri fyri fimm árum síðani varð eitt tilmæli gjørt um at forða fyri at rottan spjaðir, men tað endaði í eini skuffu

 

Nú verður gjørt klár til at herða bardagan ímóti rottuni í Føroyum. Tað staðfestir Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.

 

Um vikuskiftið hava vit her á www.in.fo. havt fleiri greinar um tann skaða, rottan elvir til í føroysku nátturuni. Í hesum sambandi verður eisini hugsað um at forða fyri, at rottan spjaðir seg til tær oyggjar, har hon ikki er nú.

 

 

Les eisini: Rottan ger heilt óbótaligan skaða

 

 

Jens-Kjeld Jensen, sum hevur granskað í føroysku náttúruni í eitt mannaminni, er púra sannførdur um, at lata vit bara standa til, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn rottan spjaðir seg.

 

Og tað verður til óbótaligan skaða fyri náttúruna, tí nógvastaðni, har rottan er, hevur hon oytt bæði lundan, og annan fugl.

 

Í 2011 varð ein frágreiðing gjørd við ítøkiligum tilmælum um, hvussu vit skulu forða fyri, at rottan fer at spjaða seg enn meiri í Føroyum.

 

 

Les eisini: Eingin tekur tað í álvara

 

 

Hetta var serliga gjørt eftir at Føroyar hátíðarliga høvdu lýst Nólsoy, Mykines og Skúgvoy at vera Ramsarøki, tað eru øki har serlig tiltøk skulu setast í verk fyri at verja náttúruna.

 

Men tann frágreiðingin varð løgd í eina skuffu, og síðani er onki gjørt við málið, ásannar Suni Petersen. Men hann sigur, at nú eru tey á Umhvørvisstovuni í ferð við at gera eina nýggja kunngerð um rottu, og tað eigur at vera tiltrongt, tí galdandi kunngerð er frá 1962.

 

Hendan nýggja kunngerðin byggir serliga á tilmælini um at fyribyrgja rottuspjaðing, sigur hann. Hann veit ikki, nær kunngerðin verður liðug, men hann vónar, at tað verður í ár. Hann veit heldur ikki, nær hon verður sett í verk, tí tað er ikki ókeypis, men at játta pengar til endamálið er ein politiskur spurningur.

 

Men hann sigur, at í nýggju kunngerðini verða ásetingar um, hvørji stig skulu takast, tá ið farmur verður fluttur í oyggjar, har ongin rotta er, og hvussu hesin farmur skal goymast, áðrenn hann verður fluttur.

 

Tað verða eisini ásetingar um, hvørji stig skulu takast á ferjulegum, og umborð á bátum, skipum og tyrlum, áðrenn farið verður í oyggjar, har ongin rotta er.

 

Í frágreiðingini um at forða fyri rottuspjaðing, stendur, at dømi eru um, at mús er flutt til Mykinesar, við farmi, sum kom við tyrlu.

 

Suni Petersen sigur, at eitt ítøkilig áseting í nýggju kunngerðini kann vera at banna teimum, sum búgva í oyggjum, har ongin rotta er, at keypa hoyggj aðrastaðni frá og at fáa tað flutt í oynna.