Fyrireika nú at leggja eldraøkið undir kommunurnar

Fyrireikingarnar til at leggja eldraøkið undir kommunurnar at verða umsitið, eru byrjaðar.

Samgongan hevur sett sær fyri at leggja eldraøkið undir kommunurnar tann 1. januar 2014.

Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk at fyrireika arbeiðið og í honum sita Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Harumframt er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður við í bólkinum, umframt umboð fyri tey bæði kommunufeløgini.

Arbeiðsbólkurin hevur havt ein fund at seta skjøtul á arbeiðið og ein fundur verður aftur í næstum.

Fundurin viðgerð støðuna á eldraøkinum og, hvussu útleggingin skal fremjast.

Somuleiðis viðgerð bólkurin, hvussu fíggjarliga endurgjaldið til kommunurnar skal skipast og, hvussu stórt tað skal vera.

Ætlanin er at býta landið sundur í sjey samstarvsøki, sum skulu samstarva um eldraøkið.

Í hesum sambandi skal ein arbeiðsbólkur eisini setast fyri hvørt samstarvsøki og nú eru allar kommunurnar í hvørjum øki bidnar at velja hvør sín lim í hendan arbeiðsbólkin.

Umframt umboð fyri kommunurnar, eru eisini leiðandi starvsfólk í eldraøkinum í økinum í arbeiðsbólkinum.

Hesin arbeiðsbólkurin skal útgreina eldraøkið í kommununi og gera upp, hvørji tilboð og hvørjar tænastur eru í økinum.