Flogbóltskvinnurnar spæla fyrsta dystin í EM-undankappingini klokkan 1815 í kvøld.
Helst størsta avbjóðingin hjá føroyskum flogbólti fer av bakkastokki í dag. Flogbóltssambandið er vertur fyri EM-undankapping fyri kvinnur.
Fimm lond eru við í kappingini, ið fer fram í Høllini á Hálsi í Havn alt vikuskiftið. Umframt spælarar og dómarar, sum eru á leið 90 í tali, eru eisini hópin av hjálparfólki til arbeiðis.
Fyrsti dystur hjá Føroyum er klokkan 1815 í kvøld, har mótstøðuliðið er Skotland.
Fimm minuttir áðrenn tann dystin fer Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavn, at seta EM-undankappingina.
Skráin fyri kappingina sær annars soleiðis út:
16/05 12.00 Skotland-Luksemburg
16/05 15.30 Írland-Liktenstein
16/05 18.15 Føroyar-Skotland
17/05 10.00 Írland-Føroyar
17/05 13.30 Liktenstein-Luksemburg
17/05 16.30 Skotland-Írland
17/05 19.30 Føroyar-Liktenstein
18/05 13.30 Luksemburg-Írland
18/05 16.00 Liktenstein-Skotland
18/05 19.30 Luksemburg-Føroyar
Í ítróttarsendingini á Rás2 klokkan 1505 verður fokus sett á EM-undankappingina í Føroyum.