- Næstu tvær vikurnar verður fyrireikingararbeiði gjørt til asfaltering av Fossávegi og Vágsvegi, og tí verður heitt á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Her verður víst á, at graviarbeiði, kaðalarbeiði og kloakkarbeiði nú verður gjørt á Fossávegi og Vágsvegi.
- Arbeiðini verða gjørd í sambandi við asfaltering av hesum vegastrekkjum.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at arbeiðsmenn á vegatoyminum hjá kommununi, Føroya Tele og aðrir undirveitarar standa fyri hesum arbeiði.
- Vit heita á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær á hesum vegastrekkjum. Ristir verða tiknar upp, og grivið verður fyri kaðalum og líknandi, soleiðis at klárt verður at asfaltera.
Í fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu fyri 2026 er peningur settur av til at asfaltera allan Fossáveg og uttara part av Vágsvegi – frá rundkoyringini og vestur til minnisvarðan.
- Miðjað verður eftir, at asfalteringin fer í gongd eftir páskir, siga tey í Vágs kommunu í dag.











