VIDEO: Soleiðis vunnu Elias og liðfelagarnir í Mannheim

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Rhein-Neckar Löwen-THW Kiel 27-28 (15-12)

Mikukvøldið vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tepran 28-27 sigur á Rhein-Neckar Löwen í Mannheim. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-12. Eric Johansson skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum av dystinum. 

 

Elias skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist). 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá DYN Handball frá dystinum. Við 2:39 minuttir sæst Elias skjóta eitt gott mál við einum góðum gjøgnumbroti:

 

##med2##