Á almennum fundi í læraraskúlahøllini 21. september almannakunngjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hvussu stór krøv ein einstakur búskaparfrøðingur hevði sett til at ferðast kring landið og kunna um Hvítubók. Hann roknaði eisini út, hvussu nógv tað samanlagt hevði kostað landsstýrinum at tikið við samsýningarkrøvunum.
Hetta fall ikki í góða jørð hjá Bergi P. Dam, sum tá sat á tingi sum varamaður fyri Kristian Magnussen. Hann setti tískil løgmanni fyrispurning í trimum pørtum um rættartrygd hins einstaka.
Hesin fyrispuringur verður svaraður í tinginum í dag