ISO (International Standardisation Organisation) er ein altjóða samskipan
av ásettum standardkrøvum til góðskuskipanir.
ISO 9001 er ein góðskuskipan sum tryggjar at t.d. ein fyritøka lýkur
altjóða krøv, tá talan er um góðsku og tænastu.
Endamálið er fyrst og fremst at nøkta krøvini frá kundunum, og krøvunum sum
føroysku myndugleikarnir áseta - umframt at hava greiðar innanhýsis
mannagongdir, sigur Áki Andreasen, góðskuleiðari, sum hevur hevur sett
skipanina í verk, hjá Ivan Johansen Bilum
Allar innanhýsis mannagongdir eru feldar á blað og allar umvælingar,
klárgerðing, rustviðgerð og sølur verða skrásettar og eftirmettar.
Fyritøkan hevur við ISO skipanini eisini fingið fastar mannagongdir, tá
talan er um viðurskifti sum t.d. starvsfólkapolitikk, samstarvsavtalur,
hvørjar veitarar fyrtøkan samstarvar við, eftirkanning av teimum amboðum,
ið verkstaðurin nýtur, krøvum sum sett verða goymslu og bilasølu,
tænastustøði og kundanøgdsemi.
Til dømis útfylla kundarnir eitt oyðublað, har spurt verður, hvat tey hildu
um tænastuna tá bilurin seinast var á verkstað, um hann varð væl frágingin,
hvussu góðskan var í mun til kostnaðin og um gjørdar avtalur vórðu hildnar.
Sama er galdandi fyri bilasøluna, goymsluna og rustviðgerðina.
Oyðublaðið verður sent ópostað aftur til Ivan Johansen Bilar.
Fyri kundan er hetta ein trygd og tryggjar møguleikan fyri einum sakligum
samskifti millum viðskiftafólk og fyritøkuna.
ISO9001 góðkenningin fevnir um sølu og umvæling av nýggjum og brúktum bilum
av teirra egnu merkjunum, sølu av eykalutum og Dinitrol rustviðgerð av
øllum bilum.
Starvsfólkið hjá Ivan Johansen Bilum hava skyldu at fylgja teimum
ásetingum, sum eru í ISO skipanini.
Ásetingarnar í góðskuskipanini áseta m.a. at skipanin skal endurskoðast
(endurcertifiserast) einaferð um árið fyri at tryggja góðskustøði.
Somuleiðis ásetur góðskuskipanin at góðskuleiðarin allatíðina skal
skjalprógva at abeitt verður eftir ásetingunum og at møguligar betringar
verða settar á dagsskránna og framdar.
Leiðslan hevur somuleiðis skyldur, tá talan er um ISO skipanina. nevnast
kann útbúgvingartørvur og førleikamenning hjá starvsfólkunum.
Arbeiðsumhvørið hjá starvsfólkunum, umframt at leiðslan hevur skyldu at
taka mál upp sum starvsfólk koma við.
Góðskuleiðarin er umboð leiðslurnar hjá starvsfólkunum og umboð
starvsfólksins hjá leiðsluni.
Í september 2004 bleiv skipanin endurskoðað av Det Norske Veritas í
Føroyum.Staðfestast kundi at einasta ISO góðskugóðkenda bilasøla í Føroyum
framhaldandi heldur góðskustøðið, og at tað enn tá er hækkað.
Frits Jacobsen í Kollafirði er settur í starv hjá Ivan Johansen Bilum, og
uppgávan hjá honum er m.a. at hava kvalitetkontroll við øllum umvælingum,
sum verða gjørdar.
Leiðslan og starvsfólk fegnast um góðskustøði og eingin ivi er um at hetta
gagnar bæði starvsfólkatrivnaðinum og viðskiftafólkunum okkara, sigur Áki
Andreasen, góðskuleiðari hjá Ivan Johansen Bilum.