Kestutis hevði undan starvinum í Føroyum virkað sum litaviskur landsliðsvenjari, og ivaleyst eru tað hetta starv, sum nú setir hann í samband við skotska felagið.
Hearts hevur nevnliga litaviskan eigara, og síðani hesin ko til, hava venjaraskiftini verið fleiri í tali. Onkur av hesum er enntá rýmdur, tí formaðurin sjálvur vildi sleppa at seta liðið.
Enn er ikki alment váttað, hvør verður nýggjur venjari hjá felagnum, men fleiri skotskir miðlar vilja vera við, at talan altso er um Kestutis.
Litavin varð í síni tíð sagdur úr starvinum hjá FS Vágum, eftir at liðið tapti ikki minni enn 15-0 fyri B36. Eitt tal, sum er met í føroyskum 1. deildarfótbólti.