Fyrrverandi kinesiskur forsætisráðharri deyður

Sagt verður um mannin, at hann var ein óvanliga litríkur politikari í kinesiskum politikki

Zhu Rongji var forsætisráðharri í Kina árini 1998–2001, og í dag doyði hann, 97 ára gamalur.

 

Tað veit kinesiska tíðindastovan, Xinhua, at siga.

 

Saman við forsetanum, Jiang Zemin, var hann drívmegini til at fáa Kina upp í heimshandilsfelagsskapin í 2001.

 

Zhu Rongji var ein sentralur politikari í arbeiðnum at lata kinesiska búskapin upp fyri heiminum.

 

Sagt verður um mannin, at hann var ein óvanliga litríkur politikari í kinesiskum politikki.