VIDEO: FC Lugano hitaði upp til returdystin móti NSÍ við stórsigri

(Video) Síggj hvussu FC Lugano vann stórsigur fýra dagar undan returdystinum móti NSÍ

Mynd: FC Lugano

Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano.

 

FC Lugano vann fyrra dystin 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Talan er um oddaliðini í Føroyum og í Sveis. NSÍ er fremst í Meistaradeildini við 37 stigum, og FC Lugano hevur níggju stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í sveisisku kappingini. FC Lugano er einasta liðið í sveisisku Superliguni, ið hevur fult stigatal.

 

FC Lugano fekk eina góða upptakt undan ferðini til Føroya. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli ein knúsandi 5-0 (2-0) sigur á FC Luzern.

 

HER ber til at síggja hvussu FC Lugano vann stórsigur undan returdystinum móti NSÍ:

 

##med2##

 

Mynd: FC Lugano