Funnu part av mannakroppi við danska markið

Umleið 40 týsk løgreglufólk eru i holt við at leita í økinum i royndini at tryggja møgulig prógv, sum kunnu verða við til at loysa málið

Týska løgreglan hevur sett eina kanning í verk, eftir at ein veiðimaður seinnapartin í gjár fann part av einum mannakroppi nærindis Glücksburg í Týsklandi.

 

Umrødda skógarøkið liggur beint við markið millum Týskland og Danmark, og mannakroppurin varð pakkaður inn í plastik, veit løgreglan í Flensburg at siga í tíðindaskrivi.

 

- Við atliti til umstøðurnar kring tað, sum er funnið, er illgruni um, at ein valdsgerð er framd, leggur løgreglan aftrat.

 

Løgreglan í Flensburg leggur aftrat, at motivið fyri brotsverkið, og hvør hin deyði er, er partur av kanningararbeiðnum hjá løgregluni.

 

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at umleið 40 løgreglufólk eru i holt við at leita í økinum i royndini at tryggja møgulig prógv, sum kunnu verða við til at loysa málið.