Fyrrverandi løgmaður: El-bilar gera stórt hol í landskassan

Fyrrverandi løgmaður heldur ikki nógv um grøna orkuskiftið. »Eg gjaldi fult avgjald, sum fer til heilsuverkið«, sigur landsstýrismaðurin

– Eg gjaldi fult avgjald á mínum bensinbili, sum so fer til okkara sjúkrahúsverk.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og fyrrverandi løgmaður.

Hann er ikki sørt firtin um, at Sosialurin í gjár hevði eina uppgerð, sum vísti, at allar flestu politikarar hita sín bústað við olju og koyra við bensin ella diesel bili.

– Eg floyti á grøna orku, tí eg havi oljufýring og brúki bensin, tað sigur Sosialurin.

– Men hinvegin gjaldi eg fult avgjald á mínum bensinbili, sum so fer til okkara sjúkrahúsverk, sigur fyrrverandi løgmaðurin.

– El bilar geva eitt stórt hol í landskassan, og dagin eftir at landið strikar avgjaldið, seta bilsølur vinningin upp við akkurát tí sama, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann hevur ikki serliga stóra tiltrúgv til el-bilar – ella til »tey frelstu«, sum prædika um grøna orkuskfitið.

##med2##

– Norðmenn eru á veg inn í oljugrunnin, tí holið í norska landskassanum, eftir at inntøkur hjá landskassanum eru fluttar yvir sum eykainntøkur hjá bilsølunum, er blivið ov stórt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Spurnarumfarið hjá Sosialinum vísir, at bara sjey av landsins 40 løgtings- og landsstýrisfólkum, sum fleiri ferðir hava prædikað um, at Føroyar skulu vera grønar í 2030, hava valt sær grønar orkuloysnir privat. Kaj Leo Holm Johannesen er ikki ein av hesum sjey.