Fyrrverandi løgmaður heldur fyrilestur um rørslutarn

»Tann ókenda leiðin frá Føroyskum fjøllum og vøllum í rullistól«

Soleiðis er heitið á almennum fyrilestri, sum Kaj Leo Holm Johannesen fer at halda á tiltaki, sum CPFøroyar skipar fyri.

 

CP er ein stytting fyri Cerebrala Paresu, og varð hetta ofta fyrr kallað spastiskt lamni, og vórðu tey við CP kallað spastikarar. Cerebral merkir heili og Paresa merkir lamni.

 

Fyrilesturin verður í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10C í Havn sunnudagin 22. september klokkan 15.

 

Fyrireikararnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin.

 

– Tit kunnu eisini melda tykkum sum lim samstundis. Drekkamuður verður eisini at fáa, skriva tey.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur skerdan førleika, sum hann greiddi frá í Sosialinum 23. august í ár:

 

– Hetta ynski eg ikki fyri nakran

 

– Hevði onkur fyri trimum árum síðani sagt mær, at eg skuldi nærkast einum rullistóli, so veit eg, hvat eg hevði sagt tá, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum stríðist við at standa uppreistur.

 

Lívið og tilveran hjá Kaj Leo Holm Johannesen er nógv broytt seinastu tvey árini. Hann hevur trupult við at ganga og brúkar tí hjálpitól. Diagnosan eitur CIDP og er ein sokallaður auto immunur tilstandur.

 

– Eg hevði ein skaða í rygginum frá fótbóltinum, sum hevur vitjað aftur av og á. Til endans var tað blivið so keðiligt, at eg lat meg skurðviðgera. Tveir diskar trýstu og ávirkaðu nervar niður í beinið, fortelur hann.

 

Operatiónin eydnaðist væl, men hann hevur í dag skerdan førleika.

 

– Eg havi onga pínu. Men eg gangi ólmindiliga illa. Eg havi tað, man kann kalla skerdan førleika. Tað kalla tey fakkønu tað í øllum førum, sigur Kaj Leo.

 

Tað hevur við sær, at hann stríðist við at standa uppreistur, og trappur klárar hann illa.

 

– Hevði onkur fyri trimum árum síðani sagt mær, at eg skuldi nærkast einum rullistóli, so veit eg, hvat eg hevði sagt tá. Men tað sigi eg ikki í dag. Tíbetur er hetta ikki lívshóttandi.

 

Kaj Leo hugsar, at upprunin til sjúkuna er ryggskaðin, sum er komin frá hansara tíð sum málmaður í fótbólti.

 

– Eg byrjaði at kasta meg sum 7 ára gamal. Tá var tað grúsvøllur, so eg bløddi til næstan hvørja venjing. Tað var hart fyri likamið, og tað betalir man so ein prís fyri í dag. Men eg hevði ikki viljað verið ta gleðina og tann kammeratskapin frá fótbóltinum fyri uttan, sigur hann og leggur aftrat:

 

– Eg hevði ikki klárað at kastað meg í dag.

 

Mentalt hart, men takksamur

 

Sjúkralegan og lívsbroytingin hevur verið strævin fyri roynda politikaran, sum annars altíð hevur verið aktivur og fullur av lívi.

 

– Sjálvandi er tað ein kampur. Tað er ræðuliga strævið. Hetta ynski eg ikki fyri nakran, sigur hann.

 

– Tíðin frá tú kanst gera alt, til tú skalt ganga á høkjum, hon er øgiliga mentalt hørð. Tað krevur nógv av tær, at tú ert væl fyri, og at tú heldur humørið høgt og gleðina intakta.

 

Og tað má man siga, at Kaj Leo ger – tí lyndið er sum altíð positivt, og hann sær hvørja løtu sum eina gávu.

 

– Eg eri uppvandur við at vera takksamur við tað eg havi og gera mítt besta, og tað geri eg. Tað eru altíð fleiri møguleikar enn forðingar. Tí velji eg bara at sígg ja hetta sum avbjóðing, sum er til at loysa. Tí tá tú hevur avbjóðing, so loysir tú hana.

 

– Eg vóni, at tað verður betri. Men um man hugsar realistiskt, so kann tað eisini blíva verri. Tá kann man tosa um at vera avlamin. Og so má man planleggja lívið út frá tí.