Fyrrverandi løgtingsmaður hevur tikið hamara í hond

Nú kann hann kappa rættiliga nógv av lærutíðini so at hann kann kalla seg timburmann

Hevur tú verkligar royndir í timburfakinum ber til at fáa eina fakliga meting av teimum hvat tey duga og sostatt ber tað  til at fáa lærutíðina munandi stytta. Og nú í vár eru fýra fólk við royndum í timburfakinum førleikamett á Glasi. Tey hava øll verið ígjøgnum eina tilgongd, sum endaði við einari verkligari uppgávu. Uppgávan var at byggja eitt lítið hús, og har kundu tey so vísa síni kynstur í verki.

 

Og nú tey eru liðug, kunnu tey fara so í læru og taka timburútbúgving upp á munandi styttri tíð enn annars og taka sveinaroyndina á jøvnum føti við øll onnur.

 

Ein av teimum, sum er førleikamettur á hesum sinni, er fyrrverandi løgtingsmaðurin, Brandur Sandoy. Hann hevur umboðað fólkaflokkin á tingi og tað gjørdi hann til í vár, tá ið hann mátti úr tinginum, tí at bæði Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fóru úr landsstýrinum og aftur í Løgtinginum í eini roynd at forða fyri, at samkynd fingu fleiri rættindi. Tað gav baksláttur, men Brandur Sandoy misti tingsessin – og í kjalarvørrinum á tí segði hann seg eisini úr Fólkaflokkinum.

 

Hann er vanur at smíða, men nú hevur hann so av álvara tikið hamara í hond og ætlar sær at verða timburmaður.

 

Tey fýra, ið eru førleikamett í hesi syftu, eru, frá vinstru: Jóhann Ludvík Laksáfoss, Kári Páll Nolsøe, Brandur Sandoy og Siv Kristel Hollund. Í miðjuni er Benny Nielsen lærari á timburdeildini á Glasi, sum stóð fyri at samskipa verkligu uppgávuna.