Tað verða ongar samráðingar um nýskipanir í Egyptalandi, so leingi fólk halda fram at mótmæla í gøtunum í Kairo. Tað segði varaforsetin, Omar Suleiman, í kvøld. Varaforsetin bað fólk fara til hús og halda útigongubannið, so viðurskiftini kunnu koma í rættlag.
-Tey, sum hava tikið lut í mótmælunum, hava fingið boðskapin fram. Bæði tey, sum krevja nýskipanir, og tey, sum stuðla Mubarak, eiga at binda frið nú, segði Omar Suleiman.
Tað hava verið harðir samanbrestir í Kairo millum mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá Mubarak í dag. Sagt verður, at meiri enn 600 fólk hava fingið skaða, og at ein trygdarhermaður hevur latið lív.