Fyrsta føroyska hole in one

Nú hevur ein føroyskur golfspælari fyri fyrstu ferð fingið hole in one á føroyskari golfbreyt. Tað hendi fríggjadagin, tá ið Harald Eirikstoft sló bóltin í holið við einum slagi á fimta holi á golfbreytini á Glyvursnesi. Slagið var 110 metra langt, so tað var eitt plettskot frá Haraldi. Júst tað at fáa golfbóltin í holið við einum slagi er ein dreymur hjá einumhvørjum golfspælara, og tann dreymurin var fríggjadagin til veruleika hjá Haraldi Eirikstoft.