-Hetta er so enn ein stórur dagur fyri okkum, nú vit royna at menna felagið sigur ein fegin Wilhelm Petersen, stjóri. Hann var sjálvur hjástæddur, tá pallurin varð doyptur, saman við Richard Hardmann, sum er ráðgevi hjá felagnum í Onglandi. Pallurin verður fluttur út á oljufeltið í næstum. Alt skuldi verið klárt til framleiðslu í hesum árinum sigur Wilhelm Petersen.
-Hetta er ein sera spennandi tíð fyri okkum, nú vit eiga 15% av oljukelduni, sum fer í framleiðslu. Hetta er fyrsta oljan, sum nakað føroyskt oljufeløg tekur upp úr undirgrundini. At vit nú kunnu generera egnan kapital. Tað mest umráðandi er, at man hevur staðfest, at her eru oljugoymslur í undirgrundini. Síðani er tað at umseta oljuna til dollarar.
Henda gongdin ger, at størri og størri áhugi er fyri at keypa partabrøv. Í dag eru umleið 6000 partaeigarar í felagnum. Nógv tann størsti parturin av ognarum í AP eru føroyingar, sum búgva í Føroyum. Teir útlendsku partaeigararnir eru komnir inn seinni til ein hægri kurs, og tí er teirra eigaralutur eisini væl minni enn hjá teimum føroyingum, sum hava verið við leingi.
Umframt Chesnut eigur Atlantic Petroleum eisini lut í trimum øðrum loyvum, Ettric, West Lennox og Perth, sum liggur nær við Scott oljufeltið. Ettric er tað, sum stendur næst fyri. Eitt framleiðsluskip er við at verða klárt í Singapore og verður tað sigld til Europa í 2008. Har eigur Atlantic Petroleum 8,3%. Tann útbyggingin er komin væl áleiðis og verður framleitt frá miðskeiðis 2008.
Írland
Herfyri hevði nevndin í Atlantic Petroleum nevndarfund í Dublin í Írlandi. Hetta skal síggjast í tí anda, at felagið er vorðið rættiliga virkið í Írlandi. Tað er partur av tveimum loyvum, har oljufund eru gjørd. –Útviklingurin her er gingin nógv skjótari, enn vit høvdu torað at roknað við. Avmarkingarbrunnur er júst boraður á Hook Head. Data frá honum verður nú gjøgnumgingið. Helst verður borað aftur skjótast, og vit síggja fram til eina framleiðlsu í Írlandi eisini sigur Wilhelm Petersen. Hann vísir á at talan er um lætta og góða olju men har kann eisini vera gass. Samanumtikið síggja hjá Atlantic Petroleum fram til eina positiva framtíð bæði í bretskum og írskum øki.