Fyrsta føroyska fótbóltsliðið á Special Olympics

Hesuferð fara vit at senda eitt 7-a-side fótbóltslið avstað. Tað er sera kostnaðarmikið tá ferðast verður langt, men hetta er nakað, ið verður prioriterað av ÍSB, av tí at mett verður at persónligi vinningurin fyri ítróttarfólkini, ið luttaka á slíkari stevnu er ovurstórur, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi hjá ÍSB.

Special Olympics byrjaðu so smátt í seinna endanum av 1950inum, tá Eunice Kennedy Shriver, systur fyrrverandi amerikanska forsetan John F. Kennedy, beit merki í hvussu illa farið var við menningartarnaðum børnum, sum ofta ikki høvdu nakra staðir at spæla ella íðka ítrott.

 

Hon valdi at gera summarlegur fyri hesi børnini í bakgarðinum hjá sær sjálvari, og legði á hesum legunum dent á tað sum hesi børnini dugdu, og ikki á alt tað sum tey ikki dugdu. Hendan legan útviklaði seg síðani til tað sum vit kenna sum Special Olympics.

 

Fyrstu altjóðu leikirnir vóru leiktir í Chicago í 1968 og tá luttóku um 1000 fólk við menningartarni úr USA og Kanada.

 

Tá leikirnir vóru í Grikkalandi í 2011 vóru meir enn 6000 luttakarar úr 170 londum við.

 

-Special Olympics er ein heimsumfatandi felagsskapur, ið skipar fyri og mennir ítrótt fyri fólki við menningartarni og sum ígjøgnum ítróttin virkar fyri heilsubót, sjálvbjargni og sjálvsvirði, umframt at ávirka samfelagsins fatan av fólki við menningartarni, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevi hjá ÍSB.

 

Special Olympics Føroyar var stovnað í 2000, og fyrsta luttøkan hjá føroyskum ítróttarfólki við menningartarni var í "World Summer Games" í Írlandi í 2003. Umleið 130 íðkandi eru í føroysku skipanini, har skipað verður fyri regluligum venjingum, kappingum og legum.

 

Tróndur Ravnsfjall greiðir frá at føroysku ítróttarfólkini hava luttikið í borðtennis, boccia, svimjing og frælsum ítrótti.

 

-Hesuferð fara vit, umframt hinar greinarnar, at senda eitt 7-a-side fótbóltslið avstað. Hetta ber til tí Fótbóltssambandið hevur valt at stuðla. Eisini venur eitt fimleikalið undir Ljósinum nú, og tað hevði verið stuttligt at fingið tað liðið við til komandi leikir, sigur Tróndur Ravnsfjall.

 

Tó er tað sera kostnaðarmikið at fáa alt ferðaliðið til Los Angeles, greiðir Tróndur frá. Við á ferðini verða í alt 27 fólk, herav 18 eru ítróttarfólk og 9 venjarar og hjálpafólk.

 

-Hetta kann tykjast verða nógv hjálparfólk, men umframt ferðaleiðara, skal í minsta lagi ein venjari per fýra ítróttarfólk við, sigur hann.

 

ÍSB stendur fyri kostnaðinum av ferðini, men ikki fyri uppihald og flutning í USA. Hetta verður goldið av Special Olympics og stuðlum teirra.

 

-Tað er sera kostnaðarmikið tá ferðast verður langt, men hetta er nakað, ið verður prioriterað av ÍSB, av tí at mett verður at persónligi vinningurin fyri ítróttarfólkini, ið luttaka á slíkari stevnu er ovurstórur, sigur Tróndur Ravnsfjall.