Meistari
Hóast hann hevur verið partur av danska oddastríðnum nakrar ferðir, so hevði Nocko Jokovic ongan tíð vunnið eitt meistaraheitið, tá hann tíðliga í heyst kom til Føroya.
Tí var tað skilligt, at danski álopsmaðurin var fegin, nú meistaraheitið var komið til høldar. Eisini hóast hetta »bara« var í føroyskum fótbólti.
- Tað sigur seg sjálvt, at eg eri fegin um hetta. Eitt meistaraheitið er jú tekin um, at tú hevur verið bestur í árinum, og tað skalt tú vera fegin um.
Um egna leiklut sín vildi Nocko Jokovic ikki siga so øgiliga nógv. Heldur ikki hóast tað kanska fyrst og fremst vóru tey bæði málini hjá honum í Runavík, sum slóðaðu fyri meistaraheitinum.
- Tað er nú ikki tað persónliga, sum tað snýr seg um. Tað er alt liðið, sum hevur gjørt eitt rimmar arbeiði, og sum áleypari kemur tað sjálvandi mær til góðar. Tað eru jú eisini aðrir, sum hava skorað mál, og tey eri eins fegin um sum míni egnu.
Óviss framtíð
At enda spurdui vit sjálvandi Nocko Jokovic, hvørt hann hevur gjørt av, hvar fótbóltsframtíðin liggur, men hesum dugdi hann ikki at svara.
- Tað vildi eg ótrúliga gjarna sagt tær, men trupulleikin er bara, at eg veit tað ikki. Tað kann væl vera, at eg haldi fram her, men tú verður so ikki ríkur av at spæla fótbólt í Føroyum, so um eitt gott tilboð kemur aðra staðni frá, so má eg jú taka støðu til tað. Sum sagt, so veit eg als ikki í løtuni, hvar leiðin gongur, segði danski málslúkurin hjá HB at enda.