Fyrsta oljan er komin í goymslutangarnar á Hulki

Í Sjóvar kommunu siga tey, at fyrsta bunkringin hjá Krafta á Hulki er ikki langt burtur

 

Í gjárakvøldið kom tangaskipið GTM Denmark á Hulk við fyrstu gassoljuni til goymslutangarnar hjá Krafta.

 

- Arbeiði hjá Krafta at gera alt liðugt, so felagið kann byrja at selja olju, kom eitt stig nærri, nú fyrsta oljan kom í goymslutangarnar á Hulki.

 

Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at nú skulu tær seintastu tillagingarnar og royndirnar gerast, áðrenn skip kunnu bunkra olju frá felagnum. 

 

- Eisini skal Articon gera økið heilt liðugt, áðrenn tað verður endaliga handað eigaranum.   

 

Víst verður á, at trygdin hevur høða raðfesting hjá Krafta, og nógv tíð og orka eru brúkt til at gera alt so trygt sum gjørligt.

 

- Í síðstu viku var Skálafjarðar Sløkkilið og hevði venjingar á Hulki, so arbeiðsfólk vita, hvat gerast skal, um leki ella eldur skuldi komið. 

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at fyrsta bunkringin hjá Krafta á Hulki er ikki langt burtur.

 

##med2##

 

##med3##