Í døgunum, 3.-5. juli, verður sandoyarstevna í Skopun. Stevnan skiftir millum kommunurnar í Sandoynni, og hetta verður so fyrsta sandoyarstevna í Skopun, síðan Sandoyartunnilin læt upp.
Marjun S. Debes, borgarstjóri, sigur, at stevnan altíð er eitt stórt tiltak í bygdini, og siður hevur verið, at tað eru ungmannafeløgini í kommununum, sum skipa fyri.
Soleiðis er tað Samljóð, sum skipar fyri sandoyarstevnu í Skopun, og forkvinna í Samljóð seinnu árini hevur eisini verið Marjun S. Debes.
- Nú eg eri borgarstjóri, havi eg trekt meg eitt sindur sum forkvinna og havi latið hini í nevndini meira tikið sær av felagnum, men sjálvsagt hjálpi eg til, nú stevna verður.
Í samband við sandoyarstevnu, er vanligt at geva eitt blað út, sum er borið í hvørt hús í oynni, og soleiðis er eisini hesaferð. Í blaðnum er ymiskt tilfar um felagslívið í Skopun – bæði í nýggjari og eldri tíð.
- Jú, vit gleða okkum at verða vertir fyri sandoyarstevnu, og nú hetta verður fyrsta stevna, har fast samband er millum oynna og meginøkið, vænta vit nógv fólk til bygdar – og øll skulu vera hjartaliga vækomin.
Marjun S. Debes heldur fyri, at nú verður bara biðið eftir, at veðurgudarnir verða blíðir, meðan stevnan verður.
Borgarstjórin vísir til fjølbroyttu skránna, sum er løgd fyri stevnuna og sigur, at tað verður Kristvør Kolden, sum fer at seta sandoyarstevnu niðanfyri Selatraðneystið fríggjakvøldið hin 3. juli klokkan 19.
Marjun S. Debes vísir á, at leygarkvøldið klokkan 23.30 verður felagssangur, og tað verður Thomas B. Thomsen, sum tá fer at halda midnáttarrøðu.
- Leygarkvøldið verður dansur, har Hitmen fara at spæla, og her verður 16 ára aldursmark. Høvi verður eisini at keypa grillmat heilt til klokkan 04 sunnumorgunin, leggur hon aftrat.
Sunnudagurin byrjar við stevnugudstænastu í Skopunar kirkju, har Gimmi Olsen, prædikar, og undir gudstænastuni fer Birna í Hjøllum Hentze at syngja.
Klokkan 15 sunnudagin letur stevnuøkið uppaftur, og tá letur eisini spælilandið upp.
Sunnudagin verður ymiskt á skránni, og eitt nú endar ein fiskikapping henda dagin klokkan 17, tá síl verða máld, og vinnari verður funnin.
Klokkan 17 sunnudagin fer Heini Lützen at framføra í tjaldinum við Samljóð, og hálva tíma seinni fara hjúnini, Krista og Sámal Hanni Lognberg, eisini at framføra í tjaldinum.
Tað er sum nevnt Samljóð, sum stendur aftanfyri stevnutiltakið í Skopun, og ágóðin av tiltakinum fer eisini til felagið.
##med2##
Marjun S. Debes sigur, at felagshúsið í løtuni verður dagført við eitt nú nýggjum køki, har alt verður gjørt av nýggjum, og húsið hevur eisini fingið nýggjan klædning.
Ein stórur partur av arbeiðnum í Samljóð er sjálvboðið, og tað eru fólk, sum standa felagshúsinum nær, ið hava verið ófør at tikið eina hond í.
Síðan hevur nevndin aftanfyri felagið borðreitt við døgurða til arbeiðsfólkið.
Skopunar kommuna stuðlar eisini húsinum fíggjarliga, og síðan hevur kommunan kunnað lánt húsið, eitt nú, tá várdagar fyrr í ár vóru í Skopun, og her var eitt stórt veitslutiltak.












