Sigursmálið kom bara fýra minuttir fyri leiklok við einum framúr langskoti úr brotsteigarmarkinum.
DR Kongo byrjaði dystin nógv best og legði seg á odda longu eftir sjey minuttir, tá Brian Cipenga skoraði. Ongland hevði trupult við at spæla seg úr høga trýstinum hjá afrikanarunum, og ensku áskoðararnir floytaðu liðið av vøllinum til vatnsteðgin mitt í fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin tók Ongland spakuliga yvir, men málverjin Lionel Mpasi-Nzau hevði fleiri framúr bjargingar. Kortini eydnaðist Harry Kane at javna við einum stútara, tá 15 minuttir vóru eftir.
Tá alt bendi á longda leiktíð, tók Kane enn eina ferð ábyrgd. Fýra minuttir fyri leiklok fekk hann bóltin uttan fyri brotsteigin, snaraði sær leysan og sendi bóltin upp í nærmasta málhorn til 2-1.
Við sigrinum er Ongland nú til reiðar til áttandapartsfinaluna, har vertstjóðin Meksiko verður mótstøðuliðið.
Kelda: Ritzau.











