Vitjandi úr Henning í Noregi vórðu fyri stuttum bjóðað vælkomin í Eysturkommunu.
- Til júst hesa vitjanina hevði bæði ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og starvsfólk í umsitingini brúkt nógva tíð uppá at fyrireika seg.
Í Eysturkommunu verður sagt, at fólkini úr Noregi, sum vóru 10 í tali, vitjaðu í samband við ferðavinnuverkætlanina, sum er ein 3-ára verkætlan, stuðlað av bæði NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) og Eysturkommunu.
- Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at varpa ljós á, at tað er samfelagið hjá okkum við øllum, ið har býr – fólkum, søgu og mentan - sum er ferðavinnutilboðið í Eysturkommunu.
Lagt verður aftrat, at tey vitjandi í Eysturkommunu royndu tey ferðavinnutilboð, sum eru í kommununi og gjørdu eftirmetingar fyri hvørt staðið.
- Eftirmetingarnar vóru sum heild sera jaligar, og øll luttakandi sóu ein menningarmøguleika fyri ferðavinnuna i Eysturkommuna. Tí heldur verkætlanin eisini fram við góðum treysti.
##med2##
Í Eysturkommunu takka tey øllum, sum vóru og eru ein partur av ferðavinnuætlanini fyri kommununa.
Tey luttakandi vóru: AP bussar, Báta- og Listasavnið, Benjamin Gøte, Blásastova, Jón Rói Høgnesen, Lávusarhús, Lodge house, Navirnar, Norðfra, Primafisk, Samson Nesá, Uptur, Varmakeldugarðurin og Visit homes.
Á heimasíðuni - www.eysturkommuna.fo - síggjast fleiri myndir frá norsku vitjanini.
##med3##
##med4##














