So fekk Kyndil staðfest, at tær allar helst ikki fara at verða avbyrgdar í botninum, soleiðis sum nógv annars hava tosað um.
Sunnudagin vitjaði StÍF, og tó at talan ikki gjørdist um fyrsta sigurin hjá Kyndli, so fløvar eitt stig hampuliga væl kortini.
Lotte skuldi steðgast
Fyrstu løtuna sá annars út til, at Kyndil skuldi fara avstað við øllum. Við eini sera væl upplagdari Lotte Sørensen á odda byrjaði heimaliðið alt fyri eitt at draga frá gestunum. Somikið gott var lagið á Lotte, at StÍF longu hevði fingið nokk, og restina av dystinum royndu tær so at skugga hana út úr spælinum.
Hetta órógvaði spælið hjá Kyndli almikið. Tó at liðið hevur gjørt stór framstig seinasta árið ella so, so megnaðu tær ikki at skipa spælið nóg væl, og flestu skotroyndirnar góvu tí ikki stórvegis trupulleikar til Adela Burcea í StÍF málinum.
Tað eydnaðist tó móti endanum at vinna seg aftur gestunum, men eftir steðgin tóktist slagið tó vera tapt. StÍF legði fyri við at skjóta seg nøkur mál framum, og tó at Kyndil royndi at stramma verjuspælið upp, so eydnaðist hetta ikki serliga væl. Einamest tí eingin á liðnum í løtuni tykist vilja átaka sær ábyrgdina av at skipa hendan partin av spælinum.
At tað kortini eydnaðist Kyndli at stríða seg aftur í dystin, kunnu tær einamest takka tveimum leikarum fyri. Lotte Sørensen var sum sagt í góða lagnum, og hóast StÍF royndi at halda henni úr spælinum, so megnaði hon kortini ferð eftir ferð at taga verjuna sundur við elegantum fríspælingum. Hartil stóð Guðrun á Lágabø eisini væl í málinum. Tó at hon átti málið, sum mundi spilt spælið hjá Kyndli, tá hon við einum skeivum útkasti gav StÍF mál til 21-20, samstundis sum Kyndil fekk leikara útvístan.
Við fýra málum á rað arbeiddi Kyndil seg inn í dystin, og so leikaði sera javnt á seinsta korterið ella so. Kyndil megnaði ongantíð at toga seg framum, men tær svaraðu aftur, hvørja ferð StÍF hevði hug at draga frá. Og so megnaðu tær at halda fast ta løtuna, tá allar mest stóð á.
Sjálvsálitið uppeftir
Spurningurin er so, hvørja ávirkan hetta kann fáa á avrikini hjá Kyndli fyri kappingarárið. Einki tykist vera at ivast í, at liðið eisini í komandi dystum fer at skava sær nøkur stig saman, og tó at an verður talan um heiðursmerkir hetta kappingarárið, so tykist talan vera um framstig í mun til í fjør, tá liðið fyri tað nógva var avbyrgt í botninum.
Somuleiðis verður tað helst leikluturin hjá StÍF at sleppa sær nakað burtur frá avgjørda botninum á talvuni. Við trimum stigum fyri tríggjar dystir tykist hetta eisini at ganga so nøkunlunda, men komandi umførini verða helst nakað truplari. Tá verða ávíkavist VB og Stjørnan mótstøðuliðini.
Fakta um dystin
Kyndil-StÍF 21-21 (8-9)
Málskjúttar
Kyndil: Lotte Sørensen 7(2), Súsanna A. Petersen 5, Randi S. Wardum 4, Rakul Lisberg 2, Linda Weihe 1, Hildur Mikkelsen 1, Anja Midjord 1
StÍF: Rebekka Justinussen 7(4), Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3(2), Anna B. Danielsen 2, Rósa Jóhansen 1
Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 8
Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 2
Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Dánjal Hansen. Høvdu eina lætta uppgávu.