Seinasta árið hevur tað ikki verið á hvørjum degi, at meistararnir í NSÍ einki hava fingið burturúr. Í fjør tapti NSÍ fýra ferðir. Síðsta tapið í landskappingini var sunnudagin 19. august í 19. umfari, tá ið Skála púra óvæntað vann 2-1 í Runavík. NSÍ megnaði kortini at reisa seg, og í átta teimum síðstu umførunum vunnu teir 20 stig og FM.
Tapið hesa ferð var í fjórða umfari. Merkisvert er tað, at NSÍ eisini í fjør tapti í fjórða umfari. Tá taptu teir 2-0 í Klaksvík. Hini NSÍ tapini í fjør vóru á útivølli ímóti HB (2-0), á útivølli ímóti EB/Streymi (1-0) og so á heimavølli ímóti Skála (2-1).