Súsanna sigur, at hon vil reka salongina vistfrøðiliga, og brúkar einans vørur sum eru góðkendar av Københavns Miljønetværk. Súsanna hevur búð í Føroyum í skjótt tvey ár. Hon flutti heim úr Keypmannahavn, har hon var góðkend sum vistfrøðiligur frisør.
Hon er útlærd á Frederiksberg, har hon arbeiddi í 10 ár, og eitt ár sum freelance frisør. Hon hevur havt nógvar spennandi uppgávur í síni tíð sum frisør, og gjørt hár nógvum kendum fólkum, m.a. vóru FCK leikararnir fastir kundar á salongini, har hon arbeiddi, umframt Mads Larsen, Gordon Kennedy, Cheef One og fleiri onnur.
Súsanna hevur eisini útbúgving sum linergist, tað vil siga permanent make-up frá Long Time Liner, sum eisini er møguligt at fáa gjørt á salongini. Hon hevur starvast hjá einum kosmetologi eina tíð, so ymiskar viðgerðir verða at bjóða í hesum sambandi. Ætlanin er at víka økologisku tilboðini á salongini. Salong Madonna er fyrsta vistfrøðiga frisørsalong í Havn
Hjá Salong Madonnu starvast í dag umframt Súsonnu Køtlum, Mena Joensen, Súsanna Jøkladal, Kristianna Joensen, Annika Vidtfeldt, Jona Joensen, Marin Johannesen og Gunrið Christiansen.