Í gjár hevði Henrik Weihe Joensen sín fyrsta starvsdag sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu.
- Dagurin byrjaði við morgunmati, og fleiri røður vórðu hildnar, veit Fuglafjarðar kommuna at siga á sínari Facebook-síðu.
Í Fuglafirði ynskja tey nýggja kommunustjóranum vælkomnum.
Henrik Weihe Joensen er 51 ára gamal, útbúgvin politistur og løgfrøðingur. Hann hevur eisini tikið masterútbúgving í almennari leiðslu.
Leiðsluroyndirnar hevur hann eitt nú sum stjóri á Tilbúgvingarstovninum, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri á Tvøroyri.
Henrik Weihe Joensen hevur eisini verið fulltrúi hjá Løgtingsins umboðsmanni og ráðgevi í Fiskimálaráðnum.
##med2##