Fyrsti dagur stak góður

Lagið á Christiani Nielsen í P/F Trygd var sera gott, tá vit ringdu til hansara í gjár. Fyrsti dagur gekk so sera væl, segði hann

Stjórin í P/F Trygd, Christian Nielsen var í sera góðum hýri í gjár.

»Nýggja« felagið lat dyrnar upp mánadagin, og nógv fólk hevði verið á vitjan, bæði fyri at teknað tryggingar, men eisini til móttøkuna, fyri at heilsa upp á starvsfólk og leiðslu í felagnum.

? Tað var sera stuttligt at vera við til. Eg hevði ikki sett vónirnar so høgt, men eg kann siga, at tað gekk betur enn væntað. Eg eri stak væl nøgdur

Skulu vit døma eftir fyrsta degnum, so hevur Trygd eina ljósa framtíð í væntu.

? Vit fingu sera positivan respons, sigur Christian Nielsen.

? Okkara uppfatan er, at tað skal ikki gerast torførari enn tað veruliga er. Kundarnir skulu hava eina polisu i hondini, tá teir fara út aftur frá okkum.

Í alt teknaði P/F Trygd 50 nýggjar tryggingar tann fyrsta dagin.


Teknað tryggingar

í bankadeildunum

P/F Trygd hevur bert skrivstovu í Havn, men tað merkir ikki, at avbygdafólk skulu til Havnar at tekna trygging í Trygd.

? Kundarnir kunnu fara inn í allar deildir hjá P/F Føroya Banka og tekna tryggingar har.

? Kundar teknaðu trygging í næstan øllum deildum hjá bankanum í gjár, sigur Christian Nielsen.

So tað er kanska ikki so løgið, at lagið er gott.

Hvørjar eru so framtíðarætlanirnar fyri felagið?

? Í framtíðini er ætlanin at fara undir eitt nú vinnutryggingar, men eg kann ikki siga nakað nærri um nær tað verður.

? Mær dámar best um eg kann halda tað eg lovið. Eg lovaði at vit lótu upp 2. februar 1998, og tað helt. Vit fara út við vinnutryggingum í ár, men tað er ikki avgjørt nær.

Ætlað tit at fara at kappast við Tryggingarsambandið um prísin?

? Nei vit fara ikki at kappast uppá prísin. vit hava sett kostnaðin á tryggingunum eftir tí vit meta er rætt. Tann prísurin er lægri enn hann er hjá Brunatryggingini.

? Men vit fara ikki inn í eitt prískríggj um tað er tað tú hugsar um.

Í sambandi við, at Trygd lat dyrnar upp í gjár var móttøka á høvuðsdeildini hjá felagnum.

Nógv fólk vitjaðu, og tað er stjórin sera glaður fyri.

? Eg eri sera glaður fyri, at kappingarneytarnir hjá okkum Tryggingarsambandið Føroyar eisini komu á vitjan. Tað var gott at fáa heilsa upp á teir.


Fyrstu trygging-

arnar í 55 ár

Tað var í 1943, at einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum varð settur í gildi. Tað eru sostatt 55 ár síðani Trygd teknaði nýggjar tryggingar.

Anna Dalsgaard hevur starvast hjá P/F Trygd í 34 ár, og hjá henni var tað eisini ein stuttligur dagur.

? Tað er fyrstu ferð síðani eg kom í starv, at eg havi teknað nýggjar tryggingar segði hon.

Tað eru 4 fólk í starvi hjá P/F Trygd.