Fyrsti litti enski U-21 landsliðsspælarin

Laurie Cunningham varð bert 33 ára gamal, tá hann doyði í einari ferðsluvanlukku. Men hann stendur, sum ein sannur undangangsmaður hjá littum fótbóltsspælarum í Bretlandi

Fótbóltur

 

Viðhaldsfólkini hjá West Bromwich Albion minnast Laurie Cunningham, sum eitt framúr stórt náttúrutalent. Laurie Cunningham gjørdist tann fyrsti litti fótbóltsspælarin, sum spældi við enska U-21 landsliðnum. Hann gjørdist eisini fyrsti enski spælarin, sum fekk ein sáttmála við Real Madrid, 24 ár áðrenn David Beckham skrivaði undir sáttmála við spanska stórfelagið.

 

Ættaður úr Jamaica

Laurie Cunningham varð føddur 8. mars í 1956 í Holloway í London. Pápin varð ein sonevndur “Jockey”, ein hestareiðmaður, ið hevur sítt yrki á reiðøkjunum, har nógvur peningur verður settur á tær ymisku hestakappingarnar. Arsenal helt ikki, at tann ungi Laurie varð nóg góður til at fáa ein sáttmála við “The Gunners”. Men Laurie Cunningham fekk ein sáttmála við lítla London-felagið, Leyton Orient, og gjørdist yrkisspælari just tann dagin, tá hann fylti 18 ár.

Hann varð lítil av vøkstri, og var heldur neyðarsligur, tá hann byrjaði í Leyton Orient. Laurie Cunningham spældi við Leyton Orient, árini 1974-1977. Í 75 dystum fyri felagið skeyt hann 15 mál.

Í 1977 skifti hann felag, og flutti til Birmingham fyri at spæla við West Bromwich Albion. Leyton Orient seldi hann fyri 110.000 bretsk pund, sum varð nógvur peningur í enskum fótbólti, tá á døgum. Laurie Cunningham spældi tvey ár við WBA. Í 86 dystum skeyt hann 21 mál fyri Birmingham-felagið.

Hann gjørdist sera væl úmtóktur spælari millum viðhaldsfólkini hjá West Bromwich Albion. Tá felagið í 2004 skipaði fyri einari atkvøðugreiðslu, um hvørjir spælarar høvdu verið best í felagnum í 125 ára tíðarskeiðnum 1879-2004, varð Laurie Cunningham valdur at verða millum 16 teir bestu spælarnar hjá WBA hetta 125 ára tíðarskeiðið. Hetta hóast hann bert spældi 2 ár við felagnum.

 

Á U-21 landsliðið

Í 1977 gjørdist Laurie Cunningham tann fyrsti litti spælarin, sum spældi við enska U-21 landsliðnum, og skrivaði hann søgu. Laurie Cunningham spældi 6 U-21 landsdystir fyri Ongland í 1977 og 1978, og skeyt hann 1 mál. Í 1978 spældi hann eisini ein B-landsdyst fyri Ongland.

Saman við Brendan Batson og Cyrille Regis varð Laurie Cunningham ein sannur undangongumaður fyri aðrar littar fótbóltsspælarar, og gjørdi tilveruna hjá hesum lættari í framtíðini. Teirra teknisku fótbóltsdygdir á vøllunum brutu niður nógvar fordómar, sum fótbóltsalmenningurin hevði um littar fótbóltsspælarar. Longu í einari yvirskrift skrivaði stóra enska blaðið, The Sun: ”Laurie Looks Great”. Kortini varð Laurie Cunningham rættiliga smæðin, og hann hevði tað ringt við at skula samskifta við ta aggresivu ensku ítróttarpressuna, og tað gav ávísar trupuleikar.

Á vøllinum hevði hann kortini ongar trupuleikar við samskiftinum, har vísti hann tekniskar dygdir, skjótleika, og vísti hann gandakend kynstur á vøllinum. Hann varð ein sjáldsamur einstaklingur, og tað vísti hann eisini. við, at hann gekk til undirvísing í ballet. Balletundirvísingin hjálpti honum væl við kropsrørsluni og balansuni. Á teimum lokalu diskotekunum, varð hann kendur, sum ein sjáldsama góður dansari.

 

Fjakkaði víða í 80-unum

Í 1979 seldi WBA Laurie Cunningham til Real Madrid fyri 995.000 bretsk pund. Við Real Madrid vann hann tað spanska meistaraheitið í 1980, og ta sponsku steypakappingina í 1980 og 1981. Áskoðarnir hjá Real Madrid góvu honum kelinavnið ”Tað svarta snarljósið”. Kortini varð tað langt frá altíð, at hann slapp at byrja inni í dysti fyri Real Madrid.

Laurie Cunningham varð í Real Madrid í 4 ár, millum 1979 og 1983. Í 44 dystum fyri spanska kongafelagið skeyt hann 13 mál. Í 1983 spældi hann eitt ógvuliga stutt skifti fyri Manchester United, har talan gjørdist um 5 dystir, og 1 mál.

Leiðin gekk nú aftur til Spania. Hesaferð Sporting Gijón. Í 30 dystum, kappingarárið 1983-84 skoraði Laurie Cunningham 3 mál. Kappingarárið 1984-85 royndi hann seg við franska stórfelagnum, Olympique Marseille. Her gjørdist talan um 30 dystir og 8 mál hjá Laurie Cunningham. Kappingarárið 1985-1986 spældi hann aftur heima í Onglandi, hesaferð í Leicester. Men tað gjørdist ikki eitt eydnusamt kappingarár í Leicester, talan gjørdist um 15 dystir, men her fann Laurie Cunningham ikki netmeskarnar.

Kappingarárið 1986-87 royndi hann seg aftur í Spania, hesaferð í tí lítla høvuðsstaðarfelagnum, Rayo Vallocano. Hetta árið gjørdist tað til heilar 37 dystir, men bert 3 mál fyri Laurie Cunningham. Kappingarárið 1987-88 gjørdist ikki talan um nógvar dystir. Laurie Cunningham varð eitt lítið rend í belgiska felagnum, Charleroi, men her gjørdist bert talan um ein dyst. Men við kappingarenda varð Laurie Cunningham endaður, sum partur av hópinum hjá ”The Crazy Gang” – Wimbledon, sum hevði vunnið seg í FA Cup finaluna ímóti Liverpool. Wimbledon vann 1-0, og Laurie Cunningham kom inn í 2. hálvleiki, og eydnaðist tað honum soleiðis at vinna eitt heiti í Onglandi.

Samlað gjørdist tað talan um 6 dystir og tvey mál í Wimbledon. Laurie Cunningham varð ein sannur fótbóltsfjakkari seinastu árini. Kappingarárið 1988-1989 varð hann aftur í spanska høvuðsstaðarfelagnum, Rayo Vallocano. Hesaferð gjørdist talan um bert eitt mál í 19 dystum fyri spanska felagið.

 

Dripin í ferðsluvanlukku

Men á hásumri í 1989 endaði alt brádliga. 15. juli hetta árið varð Laurie Cunningham dripin í einari ferðsluvanlukku í Madrid, og gjørdist hann soleiðis bert 33 ára gamal.

Fyri yngri littar fótbóltsspælarar stendur hann tó, sum ein stór hetja og undangongumaður. 23. mai í 1979 spældi Laurie Cunningham sín fyrsta landsdyst ímóti Wales, sum varð ein dystur í tí tá árliga bretska meistaraskapinum.

Viv Andersson gjørdist tann fyrsti litti spælarin, sum spældi ein A-landsdyst fyri Ongland ímóti Kekkoslovakia á heysti í 1978. Men tað verður undirstrikað, at Laurie Cunningham varð tann fyrsti litti spælarin, sum spældi ein landsdyst fyri Ongland, sum taldi í einari kapping.