Tað vóru tvey lið, sum kunnu roknast at fara at liggja nøkulunda í miðjuni av kappingini í ár, ið hittust í Vági sunnudagin.
Heimaliðið VB hevði eitt stig fyri sínar fyrstu tríggjar dystir, meðan ÍF hevði fingið fýra stig av níggju møguligum.
VB vann 3-1 og yvirhálaði fuglfirðingar á stigatalvuni við betri málmuni.
Dysturin var ikki serliga væl spældur, men VB var rætti vinnarin. Teir í ÍF høvdu verið væl foreintir, høvdu teir fingið eitt stig norður við aftur ? ongantíð betur um teir vunnu ? og í hálvleikinum stóð eisini á jøvnum 1-1.
VB kom á odda, tá 27 minuttir vóru spældir. Milan Culjic skeyt sítt fyrsta landskappingarmál í ár, men neyvan tað seinasta, tá hann fekk bóltin eftir fríspark úr høgru. Hann royndi seg úr 20-25 metrum, og hann sat, sum hann skuldi.
Leiðslan helt bert í fýra minuttir. Robert Cieslewicz, sum var einsamallur heilt frammi, meðan Áslakur Petersen og Rógvi Róin lógu beint aftanfyri, gjørdi sær dælt av miseydnaðari rangstøðufellu, og hann var tryggur móti Bjarna Johansen í VB-málinum.
Málið luktaði langan veg av rangstøðu, og tað gjørdi tað næsta hjá VB eisini. Tað kom, tá seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal, og hesaferð var tað Jón Pauli Olsen, sum fekk fría leið móti málinum og sendi ímillum beinini á Erlingi til 2-1.
VB legði lok á, tá sjey minuttir vóru eftir av teimum 90. ÍF-verjan var ikki nóg avgjørd at rudda upp eftir hornaspark, bólturin endaði hjá Elian Hansen, sum skeyt og rakti Rógva Róin. Bólturin fór beint uppeftir og dalaði niður aftanfyri Erling, sum ikki sá alt ov væl fyri sólini.
Her fall avgerðin, og VB hevði uppiborið tryggjað sær trý týdningarmikil stig.
Rætta liðið vann
Sum heild gekk illa at fáa nakað veruligt spæl í gongd. VB royndi at spæla fram eftir síðunum, og Jón Gærdbo úti í høgra borði var saman við venjaranum Krzysztof Popczynski millum teir bestu á vøllinum. Men spælið kom ikki langt fram um miðjuna, áðrenn tað bleiv til langar bóltar, har spælandi VB-venjarin fekk fatur á teimum flestu.
ÍF-liðið fekk lítið burturúr og kundi ikki vera nøgt við sítt avrik. Teir trivust heldur ikki væl á ringa vøllinum, og teir megnaðu heldur ikki at venda gongdini við at seta Eyðun Samuelsen inn í seinna hálvleiki.
VB-ÍF 3-1 (1-1)
1-0: Milan Culjic
1-1: Robert Cieslewicz
2-1: Jón Pauli Olsen
3-1: Elian Hansen
VB: Bjarni Johansen ? Jón Gærdbo, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? John Eystberg, Tórður Holm, Milan Culjic, Petur Óli Samuelsen ? Jón Pauli Olsen, Krzysztof Popczynski.
ÍF: Erling Joensen ? Tomasz Przybylski, Chris Knight, Torstein Joensen ? Eyðolvur Petersen, Roy Róin, Viggo Johannesen, Høgni Hansen ? Rógvi Róin, Áslakur Petersen ? Robert Cieslewicz.