Fyrsti útisigurin

Mars

Føroyar vunnu fyri fyrstu ferð stig á útivølli, tá Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skutu einastu málini í Luksemburg

 

1. mars

Í Runavík riggað tey høllina til, tí árliga stórkappingin í fimleiki skal haldast um vikuskiftið.


2. mars

Bæði kvinnur og menn úr Vestmanna økja um leiðsluna, tá tey vinna dystirnar ímóti Kyndli. Samstundis tapa menninir hjá StÍF móti Neistanum, so alt tykist mest sum avgjørt.

FSF ger av, at heimadystirnir hjá fótbóltslandsliðnum skulu býtast javn ímillum Svangaskarð og Tórsvøll.


3. mars

Stjørnan sigur endaliga farvæl til gullið, tá tær tapa fyri Neistanum í Havn.

Allan Mørkøre hevur fingið skaða í fótliðið á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania.


6. mars

Vágamenn rigga til, nú fótbóltsárið nærkast, og aftur í ár verða helst fýra útlendskir leikarar at síggja á liðnum.

Fótbóltsdómarafelagið hevur havt aðalfund. Nýggir í nevndini eru Erling Eysturoy og Petur Hansen.

VÍF-kvinnurnar hølva VB av, tá seinasti avbjóðarin til gullið skal royna seg móti oddaliðnum. Í botninum togar Tjaldur seg upp, tá tær fyri fyrstu ferð vinna landskappingardyst í bestu kvinnudeildini.

Bæði Mjølnir og Dráttur vinna í kvinnudeildini sínar dystir við 3-0, so enn er Dráttur eitt sett frammanfyri.

Havnar Telvingarfelag er føroyameistari. Hetta er greitt, eftir at havnarmenn vunnu dystin á kollfirðingum.


7. mars

Óli Holm er nývaldur formaður hjá Vágs Bóltfelag.

Norðoya Sparikassi hevur gjørt avtalu um at gerast høvuðsstuðul hjá Ægir.


9. mars

Eftir sigurin á Tjaldri eru menninir hjá VÍF bert fýra stig frá FM-heitinum. Strandingar á øðrum plássinum eru fullkomuliga uppsteðgaðir, og taptu fyri kollfirðingum.


10. mars

Fuglfirðingar hava nú møguleikan at tryggja sær gullmerkini í flogbólti. Hetta um teir vinna á Mjølni um vikuskifitð.


13. mars

ÍF vinnur á Mjølni í Klaksvik, og hava sostatt vunnið greipuni í hesum flogbóltsárinum. Hjá kvinnum tykist avgerðin at bíða til seinasta leikdag.

Fýra føroyskar gentur, sum búgva og venja í Danmark, hava ætlanir um at sleppa til HM í sonevndum outriggarum.

Talan er bert um stórsigrar í kvinnuhondbólti, har VB, VÍF og Stjørnan øll vinna sannførandi. Ikki minst er talan um sorl í Klaksvík, har Sóljan tapir 41-3. Hjá monnunum heldur VÍF framvegis fast, og eru teir nú bert ein sigur frá gullinum.

Tosað verður dúgliga í Danmark um, at Jákup Mikkelsen er ávegis til FCK. Í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin gerst støðan hjá Herfølge enn truplari, meðan FCK framvegis hevur fatur í oddinum.

Í klaksvíkskappingini í fótbólti vinnur HB finaluna á KÍ. GÍ vinnur dystin um triðja plássið á meistarunum úr Vági.

Ivasamt er, um John Petersen verður tøkur til komandi landsliðsuppgávurnar. Unnustan er sett at eiga, samstundis sum landsdystirnir móti Luksemburg og Russlandi verða leiktir.


14. mars

Allan Simonsen hevur tikið landsliðið út, og mong eru bilsin um, at Súni Olsen ikki finst millum nøvnini. Tað ger skaddi Jens Kristian Hansen heldur ikki, meðan Julian Johnsson hinvegin longu er komin seg eftir beinbrot.


15. mars

Tosið um John Petersen er steðgað, eftir at genta hansara, Arnbjørg Danielsen, átti ein son.

Ljósið vinnur stórkappingina í fimleiki á Hálsi.


16. mars

Fyri fyrstu í ár tapir mansliðið hjá VÍF landskappingardyst, og so má gulið bíða til vikuskifitð.

Svend Olsen verður valdur til nýggjan formann hjá GÍ.


17. mars

Dráttur hevur møguleika at gerast meistari í flogbólti fyri fyrstu ferð. Hetta um tær vinna 3-0 a botnliðnum, Fossanesi.

12. maður boðar frá, at ferðafólk til dystin móti Luksemburg mugu hava gaggur við. Áskoðararnir skulu nevnliga eisini spæla landsdyst.


20. mars

Súni Olsen, sum júst er vrakaður til landsliðið, ger bart í Hollandi, har hann er dagsins maður, tá Zwolle vinnur 4-0á Doordrecht.

Dráttur kann rópa seg føroyameistara, tá tær vinna trygt í Fossanesi í seinasta dystinum á árinum.Mjølnir veðrur nummar tvey, meðan TB fær bronsumerkini.

Hjá monnunum eydnast tað bæði Fram og Fleyr at toga seg upp um Mjølnir, sum sostatt einki heiðursmerki fekk burtur úr árinum.

Steypakappingin í fótbólti fer í gongd, uttan at nøkur av teimum stóru sensatiónunum er at hóma.

Í hondbóltskappingini vinna klaksvíkskvinnur á VB, og mest sum tryggja sær silvurmerkini. Í botninum vinnur Sóljan óvæntað á Kyndli, og lyfta seg sostatt upp um Tjaldur.

Hjá monnunum missir Kyndil eitt fet í silvurstríðnum, tá teir spæla javnt móti KÍF.

Todi Jónsson er dagsins maður í Parkini, tá FCK vinnur 2-1 á OB. Samstundis tapir Herfølge fyri AGF, og eru meistararnir nú heilt illa fyri í botnstríðnum.


22. mars

FSF tekur avgerð um, at yngstu liðini ikki skulu kappast um nakað meistaraheitið, men at denturin heldur skal leggjast á sosialu samveruna.


23. mars

So er VÍF meistarar hjá monnum. Teir vinna heimadystin á KÍf, og nú kann eingin røkka teimum. Í silvurstríðnum vinnur StÍF á Kyndli, so eisini her tykist tað mesta avgjørt.

Elsta hondbóltsfelagið í landinum, Neistin, fyllir 70 ár, og dagurin verður hátíðarhildin í Høllini á Hálsi.


24. mars

Úr Luksemburg, har landsliðið er statt, frættist, at enska Premier League-liðið, Bradford, vil hava fatur á Julian Johnsson.

Líkt er til, at Jákup á Borg fyri fyrstu ferð sleppur at byrja í týðandi dysti á føroyska landsliðnum, og annars er Súni Olsen tilkallaður, eftir at Uni Arge er farin heim við nógvum krími. Uni er annars ikki einasti leikarin, sum er sjúkur, og hetta tykist vera størsta høvuðbrýggið hjá Allani Simonsen undan dystinum. Umframt Una eru bæði Fróði Benjaminsen og Sámal Joensen í seingini.


27. mars

Føroyar vinna 2-0 á Luksmeburg, og vinna sostatt fyri fyrstu ferð HM-undankappingardyst á útivølli. Christian Høgni Jacobsen og Kurt Mørkøre skjóta føroysku málini seint í dystinum.

Lagið er tó ikki gott á øllum í landsliðsferðalagnum, tí heilt tíðliga í dystinum noyðíst Todi Jónsson út við skaða.

Landsliðið hevur nú lagt leiðina til Moskva. Her eru trupulleikar at fáa viðførið við av flogvøllinum, inntil nakrar dollarar skiftu eigara. Trupulleikar eru eisini við innferðarloyvinum hjá Súna Olsen, sum noyðist at bíða í eitt samdøgur.

VÍF slær FM-heitið fast, tá teir vinna á Neistanum. Somuleiðis vinnur kvinnuliðið úr Vestmanna á Neistanum.


28. mars

Allir mans eru tøkir til landsdystin móti Russlandi. Eisini Súni Olsen, sum kom eitt samdøgur ov seint til Moskva.

Í FCK er ítróttastjórin, Niels Christian Holmstrøm, alt annað enn blíður um, at Todi Jónsson enn eina ferð er komin skaddur heim eftir landsdyst.


29. mars

FSF er sinnað at gera nýggjan sáttmála við Allan Simonsen, men enn er ikki komið nakran veg í samráðingunum í so máta.

Tónarnir úr FCK verða alsamt hvassari, og nú siga teir, at FSF ansar ov illa eftir viðkvæmu lærvøddunum hjá Toda Jónsson.


30. mars

Føroyar tapa tepurt í Moskva. 1-0 er endaliga úrslitið, og hóast Allan Simonsen er nøgdur um avrikið, so er hann vónbrotin um, at sensatiónin ikki fekst til høldar. Føroyar eiga annars eitt klárt brotsspark tíðliga í dystinum, men dómarin tigur, tá Vioctor Onopko fellur Jákup á Borg. Annars fór Óli Johannesen sum triði føroyski leikarin upp á teir hálvt hundrað dystirnar.