Fyrstu almennu bíðilistarnir klárir

Sum partur av arbeiðinum við viðgerðartrygd hevur sjúkrahúsverkið almennar bíðilistar til viðgerðir

Fyrstu almennu bíðilistarnir til viðgerðir í sjúkrahúsverkinum eru nú klárir, og fyrsta grundarsteinurin til skipanina um viðgerðartrygd er sostatt komin upp á pláss.

Sjúkrahúsverkið hevur seinastu tíðina arbeitt við at skipa fyri, at almennir bíðilistar skuldu gerast yvir tær ymisku viðgerðirnar í sjúkrahúsverkinum, og heilsumálaráðið boðar í dag frá, at nú eru fyrstu listarnir klárir.

Gjøgnumskygni er ein týðandi partur av viðgerðartrygdini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og eftir ætlan skal eingin bíða meira enn 30 dagar at koma í viðgerð.

– At vit nú fáa innlit í, hvussu bíðilistarnir eru, er ógvuliga kærkomið. Fyrst og fremst fyri tann, ið tørvar viðgerð og eisini fyri okkum í politisku skipanini, og eg vil takka Sjúkrahúsverkinum fyri hetta framstigið.

– Almennir bíðilistar eru ein týðandi partur av viðgerðartrygdini. Nú vita vit betri, hvat krevst fyri at náa málinum um viðgerðartrygd, og eg fari framhaldandi at gera mítt ítasta at flyta okkum fram á leið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.