Fyrstu lík­ini koma í morgin

Tey fyrstu líkini av niðurlendingunum, sum vóru í niðurskotna flogfarinum koma heim í morgin.

Men tað fer at taka drúgva og helst nógvar mánaðir at eyðmerkja líkini. Tað segði niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, við tíðindafólk í dag.

 

-Tey avvarandi verða kunnað, so skjótt sum vit hava teir neyðugu upplýsingarnar. Tað er greitt, at tey avvarandi vera tey fyrstu, sum verða kunnað, segði Mark Rutte.

 

192 av teimum 298, sum vóru í Malaysia Airlines-flogfarinum, vóru niðurlendskir ríkisborgarar. Niðurlendskir serfrøðingar hava verið í Ukraina teir seinastu dagarnar. Samstundis hevur løgreglan tikið DNA-royndir av avvarandi fyri at kunna staðfesta, hvørji tey deyðu eru.