Fyrstu nøvnini á ársins G! Festivali

Týr, Greta Svabo Bech, Moddi (NO), Baby In Vain (DK) og Boho Dancer (DK/FO) hesi eru tey fyrstu fimm nøvnini á skránni hjá G! 2014, sum festivalurin kunngerð í dag.

Týr, Greta Svabo Bech, Moddi (NO), Baby In Vain (DK) og Boho Dancer (DK/FO) hesi eru tey fyrstu fimm nøvnini á skránni hjá G! 2014, sum festivalurin kunngerð í dag.

Týr spæla sína einastu konsert í Føroyum í summar á G! Festivalinum, meðan Greta Svabo Bech á fyrsta sinni ferð á føroyskan festivalpall undir egnum navni á G! í ár.

 

Fyrstu útlendsku bólkarnir á skránni eru norski Moddi, sum í vikuskiftinum skrivaði norska tónleikasøgu við at vera tilnevndur 4 norskar tónlistarvirðislønir, 2 ferðir fyri bestu útgávu og tvær ferðir fyri besti sangskrivari, fyri tvær ymiskar plátur sum hann gav út í fjør.

 

Harumframt koma donsku genturokkararnir, Baby In Vain, ið storma fram í løtuni og síðani fólk/popp bólkurin Boho Dancer úr DK við føroyska Símun Mohr.

G! verður hildin 17., 18. og 19. juli í ár.