GÍ fær styrk til grannadystin

Sámal Joensen og Magni Jarnskor eru klárir at spæla aftur fyri GÍ, meðan ÍF má spæla uttan fleiri av sínum føstu spælarum

Sunnudagin spæla ÍF og GÍ grannauppgerð í Fuglafirði. GÍ er dragnað nakað í toppstríðnum, men hongur framvegis í teimum fremstu feløgunum og vil hava ein sigur. ÍF liggur niðast í Formuladeildina og hungrar eftir stigum. Fortreytirnar eru tí góðar til ein góða dyst í Fuglafirði sunnudagin.
ÍF manglar fleiri spælarar til dystin. Bartal Eliasen hevur fingið ein snudd í østbeinið, og hann kann ikki spæla. Bartal var heldur ikki við ímóti EB/Streymi mikukvøldið, og møguliga gongur nakað av tíð, áðrenn hann kann spæla aftur.
Hanus Eliasen fekk ein løst í armin á Eiði mikukvøldið. Í fyrstu syftu varð stúrt fyri, at armurin var brotin, men so álvarsamt var tað ikki, og roknað verður við, at Hanus spælir sunnudagin. Beiggin Símun hevur eisini drigist við eini minni snudd, men hann spælir eisini ímóti GÍ.
Klaksvíkingurin Tórður Lervig fekk gult kort seinast, og hann hevur leikbann. Harafturat er Fritleif í Lambanum ikki komin fyri seg aftur eftir skaða.
 
GÍ fær góðan styrk
Hjá GÍ stendur heilt væl til við fólki til dystin um vikuskiftið. Seinastu dystirnar hevur miðvallarovastin Sámal Joensen ikki verið við, men hann hevur nú vant aftur, og hann kann spæla sunnudagin.
Eisini Magni Jarnskor hevur drigist við skaða í hælsinuni, men hann er somuleiðis klárur at spæla sunnudagin.
Tí fær GÍ góðan styrk frá tveimum royndum spælarum til dystin ímóti ÍF.
Sam Jacobse hevði leikbann seinast, men hann er tøkur aftur. Hinvegin hevur Símun Louis Jacobsen leikbann til dystin sunnudagin.