G!: Áfenginn og Mpiri settu futt í áhoyrararnar

Donsku Áfenginn eru kendir fyri sín lívliga, siðbundna, Balkan-kenda tónleik. Bólkurin hevur verið til seinastu tíggju árini, og hevur latið 5 fløguútgávur úr hondum í fullari longd. Bólkurin hevur eisini vunnið óteljandi prísir kring heimin og hevur havt yvir 500 framførslur ymsastaðni kring allan heim.

 

Áfenginn lótu upp ballið í dag á stóra pallinum niðri á sandinum, har teir saman við føroyska kórinum Mpiri høvdu eina sera glaða, fýrisliga, smittandi framførslu, sum rættiliga fekk áhoyrararnar upp at hoppa og skroppa frammanfyri pallin.

 

Teir byrjaðu við einum stak vøkrum og hugfangandi verkið. Mpiri-kórið sang ómetaliga vakurt, og ljóðmyndin var stórsligin at hoyra. Tónleikurin hóskaði seg sera væl at lurta eftir, meðan ein samstundis nýtti vøkru náttúruna og tey tignarmiklu fjøllini kring Gøtuvíkina. Spell at ikki fleiri fólk høvdu leitað sær oman á sandin at uppliva Áfenginn og Mpiri, men tey, sum vóru har, fingu fult virði fyri pengarnar.