G! Festivalurin hevur eisini selt 3000 atgongumerki

G! Festival setur met og verður útseldur um 1. juli orðini eigur Jón Tyril fyriskipari av G!Festivalinum, og tað er ikki uttan orsøk, at hann tekur so dýran til.

G! Festival hevur pr 1. juni selt helvtina av øllum atongumerkjunum í ár, hetta merkir at 3.000 fólk hava keypt atgongumerki. Umframt hesi 3.000 skulu roknast børn, tónleikarar, hjálparfólk og onnur, sum sleppa ókeypis.
Gjørt upp í stykkjatali er hetta meir enn tvífalding av søluni samanborið við somu tíð í fjør og gjørt upp í pengum gerst munurin enn størri tí G! Festival hevur longu selt fyri somu upphædd í atgongumerkjum, sum selt var fyri tilsamans í fjør, ella seks ferðir so nógv sum um sama mundið í fjør.
Prísurin hækkar aftur 1. juli, og tað er mikið sannlíkt, at sølan fer at økjast aftur, so hvørt sum vit nærkast 1. juli., sigur Jón.
Seinasta ár var útselt tíðliga fríggjakvøldið, sum G! var byrjað Men við søluni sum vit síggja í ár, verður væntandi útselt væl áðrenn tað, møguliga longu um mánaðarskiftið. Nú fólk eisini skulu hugsað um vandan við ikki at fáa atgongumerki, tí um tað er um at vera útselt fær helst ein sjálvstyrkjandi ávirkan, sum helst kann gera gravgangin enn størri, sigur Jón at enda við planet.fo.
At bæði G!Festivalurin og Summar Festivalurin selja 3000 atgongumerki og seta met, gleðist Jón almikið um. Hann sigur við Sosialin Hetta merkir, at føroyingar so dyggiliga hava tikið ímóti festivalkonseptinum, soleiðis sum vit presenteraðu tað í 2002 og 2003 og sum síðan hevur ment seg og breitt seg til alt landið