G! Festivalurin er so nógv annað, enn bara tónleikurin. Tað er gott, tí var tónleikurin einasti mátistokkurin, so var dómurin yvir ársins festival í Gøtu harður.
Men fyriskipararnir handan festivalin hava við drúgvu royndunum skapt ein lítlan heim, sum føroyingar – og eftir hondini eisini útlendingar - í túsundatali vitja árliga.
Ein heimur merktur av góðum tónleiki, festligum fólki, skeivum samleikum, øðrvísi tilboðum, vitleysum undirhaldi og ógloymandi upplivingum. Hetta hevur tikið ár at upparbeitt og vit eiga øll at taka hattin av fyri ótrúliga arbeiðinum, sum er lagt í hetta.
Tað minni góða
Mongu og góðu upplivingarnar hava eisini við sær, at fólk eru farin at seta krøv til festivalin og fyriskipararnar. Tað er ikki nóg mikið at fáa Travis til Føroya og so vóna at veðrið verður gott. Veðrinum fáa vit nevniliga ikki stýrt, men tað ber til at stýra so nógvum øðrum.
Millum annað, hvussu nógv orka – bæði fysisk og fíggjarlig – skal brúkast upp á ljóð. Her var rætt og slætt ikki invistera nóg mikið, og tað gekk út yvir fleiri framførslur – tíverri.
Somuleiðis ber til at stýra skránni, hvør spælir og nær tey spæla. Eitt nú var tað ein sera løgin uppliving at síggja Hellzapoppin, sum hevði besta tíðspunktið á palli á festivalinum, ein tíma eftir midnátt leygarkvøldið. Løgið, sum myndirnar í hesum lítla blað vísa, og eisini tí, at tað var ógvuliga trupult at síggja tað, sum fór fram, um tú ikki stóðst heilt frammi við pallin – og tað ber sjálvsagt ikki til, at øll gera tað. Tað er undrunarvert, at besta tíðspunktið á festivalinum varð avlagt til hesa framførsluna. Eisini er tað at undrast yvir, at SIC – eins og fyri tveimum árum síðani – skuldi opna stóra pallin. Tónlistarliga kanst tú ikki seta spurnartekin við dygdirnar hjá bólkinum, men genran, bólkurin spælir, dregur ikki nógv fólk til konsertirnar – besta prógvið um tað var konsertin hjá Meshuggah, sum eitt av høvuðsnøvnunum ikki dróg meiri enn nakrar 100 áskoðarar. Tað krevur bæði gott ljóð og nógv fólk, um pallurin á sandinum skal opnast við einum braki, men bæði fólk og ljóð manglaðu til fyrstu framførsluna.
Heldur ikki Movits megnaði at fáa sandin at dansa, so um ljóðið ikki verður betri enn tað sama næsta ár, skulu fyriskipararnir til at umhugsa, hvat tað er teir vilja við stóra pallinum hóskvøldið á festivalinum.
Tað góða
G! Festivalurin hevur øll árini verið garantur fyri góðum tónleikaupplivingum, og hóast ljóðið sveik og skráin hevur verið betri okkurt annað ár, vóru fleiri einastandandi tónleika upplivingar.
Sum so ofta áður borðreiddi G! við forkunnugum føroyskum nøvnum. Benjamin var ein einastandandi uppliving, hvørs fløguútgávu vit eiga at gleða okkum til. Tað sama er galdandi fyri Swangah Dangah, sum saman við Benjamin stóð fyri einum av bestu framførslunum á ársins festivali.
Finska saunan var aftur ein succés, og nýggju pottarnir vóru fullir av fólki allan festivalin. Eitt festligt tiltak, sum ung og eldri høvdu stóra gleði av.
Somuleiðis hava mattilboðini valla verið frægari. Góð suppa og stór pitsastykkir fyri hampiligar prísir, umframt thaimat, pilsur og fínan mat frá Áarstovu. Hattin av fyri hesum og fyri fyriskiparunum, sum aftur í ár góvu Føroyum og føroyingum nakað av tí, vit hava brúk fyri. Góðan tónleik, nýggjan tónleik og skeivur upplivingar.
myndateksur:
Benjamin var ein einastandandi uppliving, hvørs fløguútgávu vit eiga at gleða okkum til.
Mynd: Jens Kristian Vang