Eg haldi, at eg, eftir førimuni, havi roynt at gjørt eitt gott arbeiði og fingið sjónliggjørt hina helvtina av politikkinum. Tað ið eg meini við, er sosiala ? og mentunnarøkið. Hesi økir hava verið forsømd í nógv ár. Tað vísir seg, at eru ongar kvinnur við so koma hesi økir í aðru røð.
Mál ið eg m.a. havi arbeitt fyri:
? Mylnuhúsið,
? Øking av dagrøktini við 40 plássum
? Nýggi stovnurin á Kjalarvegnum
? Ziskatrø-viðlíkahald/ Ósáskúlin ? grundøki
? Sosiala deild er nú sett á stovn aftur
? Betra korini hjá barnaverndini. Sosialráðgevi settur fulla tíð.
? Útvega hølir til stuðlar hjá børnum við serligum tørvi.
? Sett pening av til spælistovu hjá dagrøktini til komandi ár.
? Tiltøk fyri tey eldru.
Ein persónur ger onki einsamallur !! men eg havi roynt tað ið eg havi verið ment, við at koma við uppskotum og at ávirka tær avgerðir ið hava verið tiknar.
Mál ið eg fari at arbeiða fyri:
? Raðfesta trivnaðin í býnum
? Øll børn skulu hava ansingarpláss
? Nýggjar bøkur/tilfar í skúlan
? Allar gamlar bøkur vekk
? Fleiri teldur í skúlan
? Mentunnarhúsið Atlantis fáast at virka !!
Heldur tú at hetta arbeiði er vert at stuðla, so vil eg fegin halda fram!