Renning
Sum vant so skipaði Treysti fyri Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu. Renningin byrjaði leygardagin kl. 12, og regnaði tað, fyri fyrstu ferð seinastu fimm árini, meðan renningin fór fram. Eisini var eitt fitt lot sunnaneftir, íð merktist væl tá runnið bleiv eftir Skúlavegi. Sjálvt um tað vóru vánalig rennilíkindir, so vóru tað heili 120 luttakarir við, og vóru tað ikki bert norðingar, men eisini fleiri luttakarir aðrastaðni úr landinum. Hjá teimum vaksnu var tað samstundis 2. umfar í Grand Prix kappingini, meðan tað hjá børnum var 1. umfar. Hetta er fyrsta árið at skipa verður fyri slíkari kapping fyri børn. Ætlanin er at teir samlaðu vinnarnir hjá børnum ?13 og ?17, skulu sleppa at royna seg í kapping í Danmark seinni í summar. Fyri at kunna vinna samlað, skal man hava luttikið í minnst trimum av teimum fýra Grand Prix kappingum sum verða fyri børn í summar.
Bogi og Rigmor vunnu aftur
Hjá monnunum, sum runnu 5 km, var lítil ivi um hvør fór at vinna, tí Bogi Lenvig úr Bragdinum, sum vann Flaggdagsrenningina, var við, meðan Hallur Holm ikki luttók, tí hann framvegis hevur ein skaða at dragast við. Bogi Lenvig legði seg eisini á odda beinanvegin og økti um leiðsluna til hann kom á mál í tíðini 16,53 min. Meðan tað var lítil spenningur um fyrsta plássi, so var tað stórur spenningur um tey næstu plássini. Eftir tann fyrsta kilometurin var tað greitt at hesir fýra, Cecil Weihe úr Bragdinum, Jonhard Larsen, Bogi Joensen og Guttorm Sørensen allir úr Treystinum, fóru at kappast um tey næstu plássini. Endin bleiv at Guttorm slapp frá teimum áðrenn tann síðsta kilometurin og endaði á øðrum plássi í tíðini 18,19 min. meðan Cecil vann seg fram um Jonhard á teimum síðstu fimmhundrað metrunum og endaði á triðja plássi í tíðini 18,28 min. sjálvt um Jonhard kom við enn einum sterkum endaspurti, og kom á mál í sama sekundi sum Cecil. Bogi endaði á fimta plássi í tíðini 18,48 min. Hjá kvinnunum, sum eisini runnu 5 km, var lítil spenningur og gjørdist Rigmor N. Arge úr Bragdinum tryggur vinnari við tíðini 21,45 min. Nummar tvey gjørdist Sólfríð Fjallsbak úr Miðvági við tíðini 25,43, meðan Brindis Weihe úr Bragdinum gjørdist nummar trý í tíðini 26,53 min. Hjá monnunum vóru 12 luttakarir og hjá kvinnunum 3.
Børn ?7
Hesi runnu eitt umfar, sum er 675 metrar og vóru 15 dreingir og 11 gentur við. Hjá dreingjunum gjørdist John Viljam Johannesen úr Treystinum tryggur vinnari og var hann langt frammanfyri næsta drong, sum var Betuel Hansen úr Roysnið. Betuel er tveir árgangir yngri enn John Viljam. Hesir hava báðir staði seg sera væl í kappingum hjá børnum áður. Nummar trý gjørdist David Langgaard av Norðoyri. John Viljam og David endaðu á ávikavist fyrsta og øðrum plássi í fjør. Hjá gentunum gjørdist Gunnvá G. Jacobsen úr Havn vinnari, meðan Jórunn Hansen úr Roysnið gjørdist nummar tvey frammanfyri Lydiu U. Marsten úr Klaksvík.
Børn ?10
Hesi runnu eisini eitt umfar og vóru 20 gentur og 14 dreingir við. Hjá dreingjunum gjørdist Ivan Joensen úr Klaksvík vinnari, hann var 7 sekund frammanfyri Sigmund Olsen úr Hvannasundi í gjørdist nummar tvey. Ivan og Sigmund, íð eru javngamlir, hava havt mangan góðan rennidystin sínamillum, og hava báðir vunnið aðrar kappingar fyrr. Nummar trý gjørdist Rói Clementsen úr Klaksvík. Hjá gentunum var sera spennandi og javnt, og vóru tað bert 4 sekund ímillum tríggjar tær fremstu. Vinnari gjørdist Louisa Østerø úr Klaksvík. Louisa, sum hevur staðið seg væl í rennikappingum seinasta árið, var bert 1 sekund frammanfyri Kirstin Hansen úr Roysnið á øðrumplássi. Á triðja plássi, bert trý sekund aftanfyri Kirstin, kom Judit Hansen úr Klaksvík.
Børn ?13
Í hesum bólkinum runnu tey tvey umfør (1.350m) og vóru 12 gentur og 10 dreingir við. Tá tey fremstu komu á mál, var tað við einari langari spennandi spurtuppgerð millum tað fremstu gentuna, Marin úr Dali úr Trongisvági og fremsta drongin Robin Jønsson av Nesi, og komu tey púra jøvn um málstrikuna, sum vinnarar hjá gentum og dreingjum. Marin vann ein tryggan sigur á nummar tvey, sum bleiv Randi G. Jacobsen úr Havn, meðan vinnarin frá seinastu Norðoyastevnu, Jenny Svabo úr Miðvági gjørdist nummar trý. Nummar tvey hjá dreingjunum gjørdist Jan Elmar Sørensen úr Treystinum. Jan Elmar vann hesaferð sítt fjóðra heiðursmerki í Føroya Bjór renning. Nummar trý gjørdist Berint Kalsø úr Klaksvík. Berint gjørdist eisini nummar trý fyri tveimum árum síðani.
Børn ?17
Hesin bólkurin er fyri børn fødd í 1985-88. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at tá ein er vorðin yvir 12 ár, so skal ein luttaka bólkinum hjá teimum vaksnu. Tað hevur tíverri víst seg at, tá børnini eru vorðin yvir 12 ár so hava tey ikki so góðan hug at renna meira. Nøkur luttaka kortini aftur tá tey eru vorðin nakað eldri. Men fyri at bøta um tað, er hesin bólkurin vorðin til, og skuldi tað gjarna bøtt um hugin hjá teimum 13-17 ára gomlu at verða við í rennikappingum aftur. Tíverri vóru tað ongir dreingir sum runnu í hesum bólkinum á Norðoaystevnu, men harafturímóti vóru fimm gentur við. Av teimum gjørdist Maria í Skorini Jacobsen úr Treystinum vinnari, frammanfyri Súsannu D. Jákupsdóttir á øðrumplássi og Kristin Gerðalíð á triðjaplássi. Av tí at tær vóru so fáar, so runnu tær bert eitt umfar á 675 metrar.
Firmastaffett
Ein afturvendandi táttur í renningini er firmastaffettin. Í ár var hon broytt soleiðis at ongin _professionellir? rennari, sum hevði luttikið í fimm kilometrunum framman-undan kundi verða við. Hetta gjørdi tað nógv meira spennadi fyri tey seks liðini sum møttu upp. Hini bæði árini hevur luttøkan verið dupult so stór, men hevði tað ikki so sovorði veður, so høvdu ivaleyst fleiri lið luttikið. Og spenandi bleiv tað. Tá avtornaði vóru tað bert 12 sekund millum nummar eitt og fýra. Vinnari gjørdist Com-Data, mannað av Heina Hansen, Birgir I. Sigurðsson og Ólavur Kjølbro. Nummar tvey, bert 2 sekund aftanfyri gjørdist East Salmon, mannað av Dánjal Danielsen, Roy Baldwin og Bárur Andreasen. Og bert trý sekund aftanfyri teir, kom J.H. Møblar, mannað av Jógvan H. Jacobsen, Marcus Jacobsen og Martin Sivertsen, á mál á triðja plássi.
So hvørt sum børn og vaksin komu á mál fingu tey Pop Top frá Føroya Bjór og karamell frá JFK Heilsølu at leska seg við. Tá seinasta staffett-liðið var komið á mál blivu handaði heiðursmerkir og steyp. Fyrireikarnir vilja fegnir takka stuðlunum og samstundis veita eina seliga tøkk til Føroya Tele fyri lán av hølum.
Næsta rennikapping verður fríggjakvøldi 14. juni á Eystanstevnu í Runavík og verður tað ávikavist 3. og 2. umfar av Grand Prix. Nærri verður lýst um hesa kapping í bløðunum.