Í einum av mongu básunum, sum standa á G! økinum og bjóða alskyns sølulutir fram er handilin hjá Öström í Vágsbotni.
- Vit selja klæði, smykkur, bomm og ymiskt annað, sum alt er føroyskt design, sigur Beinta Haraldsen, samskipari av Öström á G!.
Öström opnaði á Skálatrøð síðst í mars í ár. Tankin aftanfyri er at savna ymiskt føroyskt framleitt.
- Vit hava her 14 ymisk føroysk merki, sum vit selja, har vit m.a. selja Soul Made og Mikkalina Glas, sigur Beinta.
- Eg haldi, at okkara sølulutir passa øgiliga væl til G! stílin, sum er nokk so flipputur og kreativur.
Sjálv ætlar Beinta sær eisini at seta tíð av at fara á festival.
- Tað er altíð gott at ganga runt og heilsa upp á fólk. Eisini gleði eg meg til Tim Christensen, sigur Beinta, ið longu hevur hoyrt hann tríggjar ferðir áður.